Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fólk frá Veðurstovuni vóru úti í Dímun og høvdu eitt viðtal til bóndafamiljuna. Veðrið var gott hendan dagin, sum tað sæst á myndini. | Mynd: Hanus Kjølbro

Veðrið í Stóru Dímun

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  04.12.2025 - 14:02 Tíðindi Veðrið

Stóra Dímun liggur næstan einsamøll í havinum og fær næstan onga verju ímóti vindi ella brimi frá øðrum oyggjum. Allar ættir sleppa framat onkrastaðni á oynni.

Fjallarøðin oman fyri húsini er bæði verja í lítlum vindi og ger vindin ójavnan. Ringasta ættin er tí landnyrðingur, líka sum í t.d. Undir Gøtueiði og heima á Sandi.

Lágættirnar eru góðar til vind, undantikið útsynningur, men kunnu vera ringar til mjørka, serliga á sumri. Landsynningur er besta ættin til vind, men er samstundis vát og hugtung av mjørkanum, líka sum í Havn.

Suðuroyggin verjir ímóti ælaveðri av útsynningi. Á vetri kunnu kavaælini hanga yvir Suðuroynni, og tað kann vera avkavað eftir lítlari løtu, meðan ikki eitt følv røkkur til Dímunar. 

Fyrr í heyst vóru vit í Stóru Dímun og gjørdu samrøðu við tey har úti um staðveðri.

Tað kann lesast á heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya: vedur.fo/fo/vitan/stadvedur - vel so Stóra Dímun. 

Góðan lesihug.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…