Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frændur á G! 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.12.2025 - 14:00 Mentan Tíðindi

Vit eru ómetaliga glað at kunngera, at Frændur kemur at framföra á G! 2026

 

Fáur hevur skrivað so nógvan fólkakæran tónleik, ið av sonnum má kallast fólkaogn, sum hesin bólkurin úr Klaksvík.
80'ini, Dupult song, Eros, Föroyar, Til tey stressaðu eru bert nökur kend lög úr stóru rúgvuni.

Óansæð um tú skrivar 1998 ella 2025, ber enn sum áður til, at ganga tær ein túr eftir Dalslandsgade og hoyra fólk í veitsluhýri, við kassagittara millum sín, syngja hesi lög, so ljómurin floymir úr vindeygunum og oman á göturnar niðri á Oyrasundskollegiinum. Eins og eingin veitsla fer framvið her heima, uttan at trivið verður í eitt ella fleiri av hesum lögum til felagssang.

Sangskatturin er ómetaliga stórur, og savnandi megin er vökur. Og tað er júst tað vit nú gleða okkum til, at Frændur kemur at framföra á Götusandi, og vit öll fara at savnast at lurta, og ikki minst, at syngja við til lögini vit öll kenna.

G! verður dagarnar 16.-18. juli í 2026.

TÚ MÁST FARA!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Greining: Ongin Suðuroyar­tunnil kann bja…
Ankerstjerne á Voxbotn 2026
Frændur á G! 2026
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið
Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakast…
Stóra jóla­blaðið í gerð
Hendan er nýggjur vøddaviðgeri hjá KÍ
Trump-stuðlar hava keypt seg inn í grønl…
”Eitt søguligt politiskt lágmark” og ”va…
Fosturtøkumálið samtykt - woke brigadan…
Brynja Høj nýggjur Stjørnuleikari
Tá WC kom í skúlan í Hvannasundi
Sanktiónsmálið samtykt
Jóla­hugnaløta í kirkju­kjallaranum
Hallgerð og Anfinn vitja Norðlýsið
Eg eri ikki við í hesari korruptión­ini
Gerðabýti í Javnaðar­flokkinum
Syngja jólini inn í Kunoyar kirkju
Stakkavík 8.000 pund