Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Greining: Ongin Suðuroyartunnil kann bjarga ófødda barninum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.12.2025 - 14:18 Mentan Politikkur

Málið um fosturtøku bleiv samtykt við 2. viðgerð í gjár. Tað tykist ongin spenningur vera um, um lagnan fyri uppskotinum verður øðrvísi til 3. viðgerð í morgin – og tó

 

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, var væl skiljandi sera misnøgdur við rokaduni hjá løgmanni, at hann trekti sín stuðul til sonevndu tjóðarsemjuna um framtíð Føroya í ríkinum.

“Vit fara ikki at samstarva við ein løgmann, sum fer so langt fyri at svíkja tað ófødda barnið”, segði Jenis av Rana við Kringvarpið áðrenn tingfundin í gjár.

Tó kundi tað tykjast løgið fyri mong, at til fyrsta mál á tingfundinum eftir rokaduna, ið var málið um at seta revsitiltøk í verk móti russiskum reiðaríum, var tað bert ein úr andstøðuni, ið atkvøddu saman við samgonguni, og tað var júst Jenis av Rana.

Eisini kann tað fyri nógv vera undranarsamt, at formaðurin í Miðflokkinum velur at knýta spurningin um ríkisrættarligu støðuna uppí fosturtøkumálið. Serliga tí, at tað tykist ikki sum um, at málið um ríkisrættarligu støðu Føroya fyllir serligani nógv í politisku skipanini, og als ikki millum pøbilin.

Her kemur eitt annað mál, ið løgmaður umsitur – Suðuroyartunnilin.

Formaður Miðfloksins nevndi onki um hetta málið, tá hann segði seg ikki vilja samstarva við løgmann. Aftur her kann mann siga, at málið um fosturtøku og Suðuroyartunnil onki hava við hvørt annað at gera – og tó.

Sum Norðlýsið hevur víst á, so hevur Bjarni Hammer verið ein, ið kundi fara báðar vegir í málinum um fría fosturtøku. Hann vildi fyrst og fremst fáa vissu fyri, at Suðuroyartunnilin verður avgreiddur.

Mánakvøldið fór Bjarni Hammer so sjálvur út á Facebook og boðaði frá, at málið um Suðuroyartunnilin var borið niðan í Løgtingið. Hetta sama kvøld, sum fundurin hjá Javnaðarflokkinum var, har roynt var tosa Djóna Nolsøe Joensen uppá pláss, ið so endaði við rokaduni hjá Løgmanni.

Keldur hjá Norðlýsinum vilja vera við, at Bjarni Hammer á sama fundi fekk vissu fyri Suðuroyartunlinum, og tí kundi hann atkvøða fyri. Og her kemur so Jenis av Rana innaftur í myndina.

Trekkir Miðflokkurin stuðulin til Suðuroyartunnilin, byrjar undirtøkan fyri honum so smátt at ridla. Í miðlunum hava vit hoyrt formennirnar í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum tosa um ivamál í verkætlanini, hóast teir ikki hava tikið stuðulin aftur. Byrjar fyrst onkur, so kann væntast ein dominoeffekt. Tí eisini í samgonguni eru ivasamar røddir, sum Norðlýsið skilir. Eisini her er tað Woke-brigadan, ið ynskir fosturtøkumálið framt, ið eisini ynskir forða einum møguligum Suðuroyartunli fyri at verja fuglalív og vátlendir á Sandoynni.

Fyri Bjarna Hammer vigar Suðuroyartunnilin meir enn fosturtøkumálið, meðan fyri suðuroyingin í Miðflokkinum vigar fosturtøkumálið meir enn Suðuroyartunnilin.

So síðsta skotið í byrsuni hjá Miðflokkinum er at ganga stigið við at trekkja sítt samstarv við løgmann fult út, og trekkja stuðulin til Suðuroyartunnilin, fyri at bjarga rættindunum hjá ófødda barninum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Greining: Ongin Suðuroyar­tunnil kann bja…
Ankerstjerne á Voxbotn 2026
Frændur á G! 2026
Jóla­gestu­rin vitjar Norðlýsið
Jóhan Klakstein í Klaksvík vann lutakast…
Stóra jóla­blaðið í gerð
Hendan er nýggjur vøddaviðgeri hjá KÍ
Trump-stuðlar hava keypt seg inn í grønl…
”Eitt søguligt politiskt lágmark” og ”va…
Fosturtøkumálið samtykt - woke brigadan…
Brynja Høj nýggjur Stjørnuleikari
Tá WC kom í skúlan í Hvannasundi
Sanktiónsmálið samtykt
Jóla­hugnaløta í kirkju­kjallaranum
Hallgerð og Anfinn vitja Norðlýsið
Eg eri ikki við í hesari korruptión­ini
Gerðabýti í Javnaðar­flokkinum
Syngja jólini inn í Kunoyar kirkju
Stakkavík 8.000 pund