Lýsing
Lýsing
Lýsing
Súsanna Bertholdsen og Djóni Nolsøe Joensen skifta um sessir í dag vegna málið um fosturtøku. Djóni fer aftur í Landsstýrið og Súsanna í Løgtingið at atkvøða málið ígjøgnum. | Mynd: Heilsustýrið (tillagað)

Gerðabýti í Javnaðarflokkinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.12.2025 - 11:00 Politikkur Tíðindi

Súsanna Bertholdsen fær málið um fosturtøku samtykt, og Djóni Nolsøe Joensen fær landsstýrissessin aftur.

Har eru øgiligar rokeringar í Landsstýrinum fyri tíðina. Støðan er hin sama, sum tá tvey landsstýrisfólk úr Fólkaflokkinum trinu úr Landstýrinum og inn aftur í Løgtingið fyri at atkvøða á ein ávísan hátt í einum einstøkum máli. Tá var tað málið um sammøður, og hesa ferð er tað um fosturtøku.

Súsanna Bertholdsen hevur í dag sagt landsstýrissessin frá sær. Hetta tí at hon ynskir, at eitt løgtingsmál, sum verður viðgjørt seinnapartin í dag, samtykt við aðru viðgerð. Samstundis fer Djóni Nolsøe Joensen, sum áður hevur boðað frá, at hann er ímóti fosturtøku, aftur í Landsstýrið. Tí ber til at siga, at tey bæði Súsanna og Djóni hava gjørt eitt gerðabýti, har Djóni fær taburettina í Landsstýrinum aftur afturfyri, at Súsanna Bertholdsen fær fosturtøkumálið samtykt.  

Málið um fosturtøku er nummar 8 á tingfundinum, sum júst er byrjaður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Syngja jólini inn í Skálafirði
Fráfaringaraldu­rin tikin burtur
Fleiri fráboða­nir um hóttanir í vikuskif…
Hjartagáva til børn
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…