Lýsing
Lýsing
Lýsing
Súsanna Bertholdsen brúkti í gjár sama framferðarhátt sum Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard í málinum um sammøður á sinni | Mynd: kvf.fo

”Eitt søguligt politiskt lágmark” og ”valdsmisnýtsla”, varð sagt tá

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.12.2025 - 08:10 Mentan Politikkur Tíðindi

Í gjár segði eitt landsstýrisfólk sessin frá sær til tess at kunna atkvøða í einum máli á Løgtingi. Hetta sama hendi í desember í 2021, tá Elsebeth M. Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard søgdu landsstýrissessarnar frá sær fyri at atkvøða í einum máli um sammøður, ið tá var fyri. Tá rópti formaðurin í Tjóðveldi hesa manøvruna fyri ”eitt søguligt politiskt lágmark” og ”valdsmisnýtslu”.

 

 

Í summum londum er tað so, at ministarar varðveita atkvøðurættin í parlamentinum, hóast teir sita sum ministarar. Soleiðis er ikki í Føroyum. Ert tú innvalt tingfólk, men síðani útnevnd/ur til landsstýrisfólk og hevur hug at atkvøða í einum máli, sum Løgtingið viðger, so er einasti hátturin til at kunna tað at siga landsstýrissessin frá tær.

Hetta sóu vit henda í málinum um sammøður, ið var fyri í desember í 2021. Landsstýrisfólkini Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur ynsktu at atkvøða í tí málinum og søgdu tí landsstýrissessirnar frá sær. Men tá hendi tað, at formaðurin í Tjóðveldi, sum tá sat í andstøðu, segði seg vera ”skelkaðan av framferðini”, at tað var ”eitt søguligt politiskt lágmark” og ”valdsmisnýtsla”.

Í gjár nýtti eitt landsstýrisfólk hjá Javnaðarflokkinum, Súsanna Bertholdsen, sama framferðarhátt. Spurningurin er tí, um hon harvið tangeraði lágmarkið hjá Elsebeth og Jacob – ella um hetta er enn eitt dømi um, at man brúkar ein heilt annan mátistokk fyri lágmarki, tá man situr í samgongu, enn tá man situr í andstøðu.

Kelda til reaktiónina hjá táverandi tjóðveldisformanninum er at finna her:

https://kvf.fo/netvarp/uv/2021/12/20/hgni-hoydal-eitt-sguligt-politiskt-lgmark

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival