Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat nú, um fostrið er eitt menniskja?

SKRIVAÐ: Jákup á Lakjuni  |  02.12.2025 - 08:10 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Eg veit, at tað eru tey, sum eg á ongan hátt fái ávirkað við hesi grein. Og eg veit, at tað eru tey, sum longu eru púra samd við mær í hesum máli. Men. So eru tað tey, sum ivast, hvat tey skulu halda um málið ella — um tey eru tingfólk — hvussu tey skulu atkvøða í morgin. Tað eru serliga hesi, sum eg kundi hugsað mær at fingið orðið á í hesi grein. Fólk, sum eru opin fyri at broyta støðu.

 

 

Í orðaskiftinum um fosturtøkumálið havi eg hoyrt, at núverandi lóggáva ikki er góð fyri kvinnuna. Um eg havi skilt tað rætt, so meina tey, sum siga hetta, m.a., at trupulleikin er, at tað er ov trupult hjá kvinnum í Føroyum at velja fosturtøku, og at avgerðin í ov stóran mun liggur hjá øðrum enn kvinnuni. Tey flestu eru samd um, at lógin skal dagførast. Bæði tey, sum eru fyri, og tey, sum eru ímóti. Eg haldi, at lógin skal vera so góð fyri kvinnuna, sum yvirhøvur møguligt. Eg veit ikki akkurát, hvussu hetta í smálutum skal síggja út, men meginreglan má vera, at kvinnan við lógini skal kenna seg so trygga og styðjaða sum yvirhøvur møguligt at velja at gjøgnumføra barnsburð og føðing. Lógin eigur at hjálpa kvinnuni at velja barnið heldur enn at hjálpa henni at velja tað frá.

Eg skilji ikki, hví loysnin skal vera at geva mammuni so fríar ræsur at velja barnið frá, sum hendan lógin, sum týsdagin 3. desember er til aðru viðgerð í Løgtinginum, loyvir henni. Eg havi fleiri ferðir hoyrt, at núverandi lóggáva ikki er góð fyri kvinnuna, og tað kann væl vera, at hon ikki er tað.

Men er loysnin uppá hesa avbjóðing at smíða lógir, sum loyva okkum at ræna sjálvt lívið frá lítla menniskjanum í móðurlívi? Er hetta ikki ein ófatiliga syrgilig loysn uppá eina so grundleggjandi og álvarsliga avbjóðing? Hví ikki heldur smíða lógina soleiðis, at hon verjir allar partar? Bæði mammuna, barnið, pápan og øll onnur, sum møguliga verða ávirkaði.

Eg veit væl, at knútapunktið í kjakinum er spurningurin, um barnið hevur eins góðan rætt í málinum sum mamman, og um persónurin í móðurlívi er ein persónur ella ein selluklumpur. Men eg skilji veruliga ikki, hví hetta yvirhøvur er eitt kjak.

Eg spekuleri heilt erliga uppá, um nakar innast inni trýr, at fostrið í móðurlívi ikki er eitt menniskja. Ber tað til hjá nøkrum okkara at svara erliga og siga, at fostrið í móðurlívið ikki er eitt menniskja? Atkjakast um hetta er fyri mær sum at kjakast um, um ein steinur fer at detta niður á jørðina, um eg sleppi honum, ella um tvey pluss tvey er fýra.

Men. Lat okkum nú bara ímynda okkum, at eg ivist í, um lítla menniskjað í móðurlívi er eitt menniskja. Lat okkum siga, at eg av hesi orsøk eisini ivist í, hvat eg skal halda um málið.

Átti mín ivi tá ikki at komið tí “hypotetiska” menniskjanum til góðar? Átti eg tá ikki at valt at borið meg at sum um, tað var eitt barn og ikki einans ein selluklumpur? Tí um eg nú beri meg at, sum hetta er eitt menniskja, hvat havi eg tá mist? Eg havi als onki mist, og eg havi hinvegin vunnið hvat? Eitt menniskja!

Tað er so nógv at siga um fosturtøkumálið, og mín grein er einans ein dropi í havinum, men eg havi kortini skrivað hana í vónini um, at hon eisini kann vera eitt lítið klípi, sum kann vera við til at styðja garðin, so hann verður standandi. Garðurin, sum verjir rættin hjá øllum menniskjum til lívið.

Vóru vit ikki øll einaferð ófødd?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Syngja jólini inn í Kunoyar kirkju
Stakkavík 8.000 pund
Kropsligt sjálvræði nú!
Bartal og Bjarni og vinir teirra
Fosturtøkumálið fellir - woke brigadan t…
Hvat nú, um fostrið er eitt menniskja?
Jólarøðan hjá Elsebeth í Ánunum
Herman Samuelsen við jólatræið á Norðoyr…
Jólaklipp, sangur, borðspøl og hugni
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Hugburðsbroyting á ovastu rókunum er ney…
Í hugnaliga jóla­prýdda býnum tendraði va…
Sjónám: Almenn fráfaringarløta fyri Sigr…
(Aftur) stórur spenningur um fosturtøkum…
Klaksvík setur gongd í størsta bústaðarø…
Jólatrø tendra í kvøld
Silvur í Singapore og heimsmet til Vár G…
Klaksvík fingið fiskimála­ráð­harran
Seks nevndalimir skulu veljast
Felags starvs­fólkahugni