Jólarøðan hjá Elsebeth í Ánunum
Jólini snúgva seg um felagsskap, frið og vón. Tað er ikki av tilvild, tí á jólanátt varð boðskapurin borin okkum frá himli – at ljósið kom í heimin, segði Elsebeth Mercedis m.a.
Tað var sum so oftani hugnaligt og fjálgt í Ánunum til jólahugnan, har træið var tendrað í kvøld kl. 18. Væl av fólki møtti til løtuna.
Elsebeth Mercedis helt m.a. fyri at, oldurabbi hennara Heini Johansen kom úr Syðrugøtu, giftist við Elsebeth. Tey búsettust í Áninum og fingu seks døtrar og tveir synir, men bara synirnir blivu búgvandi í Áninum. Ein av døtrinum æt Maria og giftist við Hans Erik Olsen, sum var ein at stovnarnum hjá Joensen & Olsen. Tey fingu sjey børn har Elsebeth Sofía, omma Elsebeth, var næstelst av syskjunum, og sum hon var errin av, at verða uppkallað eftir.
Her niðanfyri verður røðan við jólatræið í Ánunum endurgivin:
"Jólini nærkast í hvørjum,
allarbest mær hugnar í Føroyum",
strofur úr jólasanginum: Eg eri jólamaðurin, sum er yrktur av Marius Johannesen, komu mær til hugs, tá eg var biðin um at røða, nú Jólatræið í Áninum skal tendra.
Elsebeth Mercedis heldur røðu við jólatræið í Ánunum
Tað er nakað serligt við hesum løtum – tá perurnar verða tendraðar, sum skapa hugna og hita í bygdini.
Fór at hugsa aftur á barndómsárini, tá eg gekk í skúla í Klaksvík og tað nærkaðist jólum. Vit sluppu at pynta skúlastovurnar og framhaldsdeildin legði síðstu hond á sjónleikir, sum vórðu framførdir fyri øllum í skúlanum.
Minnist eisini, hvussu Óli Dahl, sáli, plagdi at vera jólamaður, og Alex Sólstein spældi á flygel og sang so vakurt saman við skúlabørnunum í gomlu fimleikahøllini. Og sjálvandi – jólaevangeliið varð lisið. Og tá jólaløtan var liðug, fingu vit øll eina appilsin í part, áðrenn vit fóru heim.
Hetta vóru løtur, sum settu dám á desember mánaðan. Minnini so klár, at vit enn bera tey við okkum.
Í kvøld savnast vit fyri at tendra ljósini á jólatrænum. Hetta er ein løta, har myrkrið rundan um okkum verður eitt sindur minni, og vit verða mint á, at sjálvt tann minsti logi kann breiða hita víða um seg.
Jólini snúgva seg um felagsskap, frið og vón. Og tað er ikki av tilvild, tí á jólanátt varð boðskapurin borin okkum frá himli – at ljósið kom í heimin. Jesubarnið varð føtt, okkara Frelsari, sum kom niður á jørðina fyri at bera gleði, frið og vón til øll menniskju. Tað er hetta ljós, vit royna at minna hvønn annan á í kvøld, nú vit standa saman her og bíða eftir, at træið skal lýsa.
Tá vit tendra træið, tendra vit eisini eina siðvenju, sum bindur ættarliðir saman. Mong okkara minnast, hvussu vit sjálvi stóðu sum børn og hugdu upp á ljósini við stórum eygum, og nú standa vit her saman við okkara egnum børnum og ommu og abba børnum
Jólaboðskapurin minnir okkum eisini á at rætta hondina út. Vænti flest øll okkara kenna onkran, sum hevur brúk fyri einum eyka smíli, eini heitari hond ella einum góðum orði. Friður byrjar í tí smáa, í orðunum vit siga, í hjálpini vit geva, og í tínum og mínum gerandisdegi.
Tá ið Dávur Winther bað meg um at siga nøkur orð her í kvøld, segði hann: Tú hevur jú røtur her úr Áninum, fortel okkurt um tað.
So jú, tað vil eg gera, tí eg eri errin av at vera av ánaslagnum:
Oldurabbi mín, Heini Johansen kom úr Syðrugøtu giftist við Elsebeth. Tey búsettust í Áninum og fingu seks døtur og tveir synir, men bara synirnir blivu búgvandi í Áninum. Ein av døtrinum æt Maria og giftist við Hans Erik Olsen, sum var ein at stovnarnum hjá Joensen & Olsen. Tey fingu sjey børn har Elsebeth Sofía, omma mín, var næstelst av syskjunum, og sum eg eri eg uppkallað eftir.
Tað, sum gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum Ánaslektina er, at tey eru ítróttarlig og hava útmerkað seg innan hondbólt, fótbólt, svimjing og øðrum ítróttargreinum við. Kann fyri stuttleikar fortelja, at omma mín Elsebeth var ein av stovnaranum av hondbóltfelagnum Stjørnan í Klaksvík.
Ánaslektin hevur grønar fingrar, góðar hendur og listarligar gávur. Duga væl at syngja og eru góðir kvøðarar.
Kendu sangarinnurnar Conny Dam, sum syngur Klaksvíkssangin, og Lív Dam, sum syngur Summarstevnuvalsin, eru báðar av ánaslagnum. Bernhard Brim hevur gjørt Klaksvíksangin og Axel Tórgarð hevur yrkt summarstevnuvalsin. Ikki at gloyma okkara borgarstjóra, Karl H. Johansen, sum eisini er av ánaslektini. Hann er eisini góður ítróttamaður.
Í dag eru nógvir klaksvíksingar fluttir til Ánirnar, harímillum okkara fyrsti kvinnuligi borgstjóri, Gunvá við Keldu.
Tíðirnar fara og nógv broytist, men Ánirnar er enn ein perla mitt í náttúrini við flottum og hábærsligum útsýni yvir sjógv og oyggjar. Staðið, har fólk kunnu búgva, virka og vaksa saman. Børn og vaksin trívast her, tí umframt vøkru náttúruna, er eisini ein sterkur felagsskapur, har stuðul og vinarlag eru sjálvsagdir í bygdini.
Nú vit fara at síggja træið tendrað, kunnu vit minnast á, hvussu týdningarmikið tað er at vera saman, at stuðla hvørjum øðrum og at gleðast um tað, vit eiga saman. Lat hetta verða eina løta, har vit takka fyri lívið, náttúruna og tey menniskju, ið geva okkum styrki og gleði.
Gleðilig jól øll somul.