Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kropsligt sjálvræði nú!

SKRIVAÐ: Kvinnufelagið í Havn  |  02.12.2025 - 09:00 Politikkur Tíðindaskriv

Í dag er ein stórur dagur í Føroyum. Í dag kunnu okkara fólakvaldu atkvøða fyri einum samfelag, sum virðir kropsligt sjálvræði, einum samfelag, sum virðir kvinnur og einum landi, sum ung fólk vilja flyta heim aftur til.

 

Í verandi støðu eru tað nógv ung, sum fara av landinum í lestrarørindum, og fleiri teirra siga seg ikki vilja flyta heim aftur til eitt land, sum ikki arbeiðir fyri javnstøðu og, sum ikki loyvir kvinnum at taka avgerðir um egnan kropp.

Kvinnufelagið í Havn heitir staðiliga á løgtingslimirnar um at atkvøða fyri uppskotinum um at dagføra abortlóggávuna. Tíðin er komin, at vit fáa eina tíðarhóskandi abortlóggávu, har tað er kvinnan, sum eigur avgerðina um egnan kropp, og ikki læknar, sum skulu taka hesar avgerðir.

Tað verður ofta ført fram, at við at broyta lógina, so fara vit at fáa fleiri abortir, men tað er ikki hald í hesum útsagnum. Abortir henda óansæð - tað hava tær altíð gjørt. Við at broyta lógina javnseta vit allar føroyingar, so øll hava somu atgongd til abort. Í verandi støðu er ikki javnbjóðis atgongd - tey við pengum kunu fara til Danmarkar, og hini mugu hopa, at teirra lækni sigur ja. Verandi lóg ger sostatt misun á føroyingum.

Tey, sum ikki ynskja lógina broytta, vísa ofta á, at vit ikki skulu loyva abort, men heldur betra um stuðulin og veitingar til tey, sum fáa børn. Kvinnufelagið vil við hesum vísa á, at tað ber til at gera bæði. Vit kunnu lata kvinnur ráða yvir egnum kroppi, samstundis sum vit betra um korini hjá teimum, sum fáa børn - serliga einligum forsyrgjarum. Annað útilokar ikki hitt.

Vit vóna inniliga, at vit í dag taka eitt stig nærri kropsligum sjálvræði og einari tíðarhóskandi abortlóggávu!

Vit vóna at síggja nógv stuðlandi fólk í løgtinginum til viðgerðina. Minnist eisini til at heita á tykkara umboð á løgtingi um at atkvøða fyri uppskotinum!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…