Ókend Klaksvíkarsøga jarðað í gamla kirkjugarði í Havn
Nú um dagarnar kom út bókin ”Hendur ið sleptu”, sum snýr seg um gamla kirkjugarðin á Svínaryggi í Havn. Men í hesum kirkjugarði er eisini ein týðandi og nærum ókendur partur av Klaksvíkar søgu
Henda søga er um ættina hjá Faktorinum, Johan Christian Djurhuus, sum stóð fyri einum munandi parti av menningini av Klaksvík fram til fyrst í 1900- talinum, tá ið Kjølbro tók við. Faktorin liggur sjálvur fimti í sínum húski jarðaður í umrødda kirkjugarði í Havn. Hetta er ein áhugaverd søga, sum her skal verða greitt eitt sindur frá.
Søguna um Faktorin sjálvan greiðir J. Símun Hansen frá í bókini ”Havið og vit”. Men í hesi nýggju bókini eru áhugaverd ískoyti til hesa søgu.
Børnini hjá Faktorinum høvdu eina heilt serliga søgu. Ein er um lagnuna hjá soninum, Jacob, sum var púra ókend til fyri kortum. Men tað er nú staðfest, at hann doyði blaðungur í Grønlandi, har hann arbeiddi hjá kongaliga handlinum. Eingin vistu nakað um hann, fyrr enn hansara gravsteinur var funnin í lítlu bygdini Ritenbenk norðuri í Grønland. Tað eydnaðist eisini at finna fram til hansara syrgiligu søgu, sum er við í bókini.
Ein sonur Faktorin var Johannes kallaður Johs. Hann keypti tíðliga í 1900-talinum Nólsoyarstovu í Havn, har hann hevði apotek Hagar fluttu tey øll at búgva, tá ið Faktorin var blivin gamal og hevði lagt frá sær.
Merkisverd er søgan um sonin Sofus, og son hansara Egil Henning. Sofus var ein væl umtóktur lækni. Men persónlig óeydna gjørdi, at hann fekk ein dramatiskan deyða. Hetta er væl lýst í bókini.
Sofus átti sonin Egil Henning, sum var føddur í 1898. Mamman fór skjótt av landinum. Egil Henning flutti saman við ommunu og abban til Havnar at búgva í Nólsoyarstovu. Ein sonur, Andreas, kom saman við eini gentu, og tey fingu eitt barn við gentuni. Men hann doyði av sjúku. Tað er alment kent, at Vitalisættin er ættað frá teimum báðum. Hetta er einasta ætt, sum er undan Faktorinum og konuni.
Søgulig dagbók
Fyri nøkrum árum síðan kom fram serliga søgan hjá Egil Henning, sum er ein týðandi og stórur partur í nýggju bókini.
Egil Henning verður sjúkur. Tað er ikki púra greitt, hvat ið feilti honum, men hann varð sendur til Danmarkar at fáa heilsubót á einum sanatorium.
Tá fór hann at skriva dagbók. Her sæst eisini, hvussu skilagóður drongurin er. Hann hevur eina vakra hondskrift og skrivar nærum púra rætt á donskum, eisini tá ið hann skrivaði onkuntíð á føroyskum.
Egil Henning fær ikki hjálp í Danmark. Hann kemur so heim aftur og býr í Nólsoyarstovu saman við sínum ættarfólki. Hann heldur fram at skriva dagbók, eftir at hann er komin heim aftur. Hon er sera áhugaverd og gevur eina góða lýsing av tíðini tá. Hann greiðir eisini frá øllum teimum mongu sum vitja hann, eisini úr Klaksvík. Her verður m.a. eisini greitt frá Lützen familjuni í Klaksvík, sum hevði nógv samband við Faktorin.
Tað er eisini áhugavert, at hann verður andaliga vaktur seinasta árið hann livdi. Ein sum vitjaði hann var Elsebeth, kona gamla Sloan.
Hann skrivar sín vitnisburð í dagbókini. Hesin vitnisburður verður við yvirskrifini ”Frelsen i Kristus” prentaður í tíðarritinum ”Naade og Sandhed”, sum tá varð givið út av bretanum Arthur Brend, sum eisini vitjaði hann.
Men tað gongur ongan veg við heilsuni, og Egil doyr 14. februar 1919, 20 ára gamal. Hann verður jarðaður á Svínaryggi. Har minnast vit hann framvegis við hansara gravsteini, her hann liggur saman við ommuni, abbanum og systkini hjá pápanum, Magdalenu og Johannes, sum øll hava gravstein.
Tískil kann sigast, at tað er ein partur av Klaksvíkar søgu, sum er jarðað her, og sum verður væl lýst í umrøddu bók.
,