Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nissurnar flyta inn

SKRIVAÐ: Klaksvíkar Sjúkrahús  |  30.11.2025 - 11:03 Mentan Tíðindi

Onkrir gamlir íbúgvar eru aftur at síggja í Gomlu læknahúsunum

 

KS: So eru vit komin til fyrsta sunnudag í advent og traditionen tro, so fara vit at leggja søgur út á okkara facebookvanga. Í ár hava vit eina framhaldssøgu í 4 pørtum

Fyrsti partur eitur ”Nissurnar flyta inn”

Í dag, fyrsta sunnudag í advent, halda øll í Klaksvík ondini. Ikki tí at nakað heilt serliga stórt fer at henda. Men tí at jólastjørnurnar í vindeygunum í Gomlu læknahúsunum eru tendraðar, fyri fyrstu ferð síðani umbyggingina. Húsið stóð liðugt í 1923, og er nú latið í nýggjan ham eftir gomlu tekningunum. Tað er nýmálað, hevur ein gamlan nýggjan anda – men tað sum fólk ikki vita er, at tað eru ikki bert starvsfólkini sum eru flutt inn ....... onkrir gamlir íbúgvar eru aftur at síggja.

Tað hendi somu náttina sum stjørnurnar vóru tendraðar: Nissan Ljósfríða vaknaði í vindeygakarminum, beint undir stjørnuni, har hevði hon altíð ligið og lurtað eftir veðrinum. Hon blásti á jólastjørnuna, sum byrjaði at glógva sterkari. “Ja, soleiðis skal tað vera,” lat í Ljósfríðu – ”sjúklingarnir sum liggja á sjúkrahúsinum skulu síggja, hvussu vakurt tit lýsa.”
Úti í garðinum, millum tey elstu trøini, sum eru sett niður í Føroyum, stóð nissan Rótfía og telgdi sær ein lítlan stav. “Hóskiligt,” mutlaði hon. “Nú flyta tey aftur inn, og eg má halda eyga við teimum. Menniskjuni eru grundleggjandi góð – men tey ungu hava lyndi til at tveita alt gamalt burtur, so eg má halda eyga við teimum.”

Og á gøtuni ímillum Gomlu læknahúsini og sjúkrahúsið, lá nissan Greinar og fekk sær ein lítlan slang. Hann rembdi sær og risti niðurdotnu bløðini av nissuhúgvuni. Hann var nissan sum elskaði skipanir og at alt var sum tað plagdi. Men alt var broytt: “Hvar var hurðin sum manglaði smyrsl og sum knirkaði, hvørja ferð hon varð latin upp? Hvar var sigarlukturin og lukturin av gomlum likøri?” teskaði hann fyri seg sjálvan. “Hetta er alt so… nýmodernað!”

Brádliga hoyrdu nissurnar fótafet. Starvsfólkini komu til arbeiðis! Alt tað nýggja skrivaríið! Tey vóru í sera góðum lag – tey hugnaðu sær, stákaðust við at gera ein kaffimunn og tosaðu um jólamánaðin, sum var fyri framman. “Vit mugu ansa eftir teimum,” segði Ljósfríða. “Og húsunum,” legði Greinar afturat. “Og trøunum,” segði Rótfía. Og… og… onkrum øðrum - tey vóru øll trý so spent, at tað var ikki orð fyri tí!

Soleiðis byrjaði fyrsti sunnudagur í advent: við ljósi og kaffi og við nissum, sum í nógv ár hava verið loyniligir íbúgvar – og sum nú eru klárir at taka sær av bæði húsinum og starvsfólkunum.

 

fb vangin hjá KS

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival