Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóhan Christiansen, tak uppskotið aftur!

SKRIVAÐ: Ólavur Waag Høgnesen  |  28.11.2025 - 08:00 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Jóhan, sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur tú skrivað undir eitt uppskot til broyting í sjófeingislógini, ið skal leggjast fyri tingið. Við hesum uppskotinum gert tú stórskaða!

 

Uppskotið snýr seg um at klamsa tvær paragraffir saman í eina. Tú leggur navn til at siga, at “heimildin at skipa fiskiskapin verður einfaldari og greiðari. Sambært § 22, stk. 1 er heimild at skipa fiskiskapin fyri føroyskan sjógv, og sambært § 22, stk. 2 er heimild at skipa fiskiskapin á Føroyabanka. Frameftir verður ein heimild at skipa fiskiskapin í føroyskum sjógvi, sum eisini fevnir um Føroyabanka.”

 

‘Leysgangandi’ fiskasløg og lógarásett rættindi

Onnur paragraffin - grein 22,1 - snýr seg um 'leysgangandi' fiskasløg, t.v.s. fiskasløg, sum eingin p.t. hevur veiðuloyvi ella frammihjárættindi til sambært lógini (t.d. hemara); um ein landsstýrismaður nú ætlar sær at lata ávísum reiðaríi ella reiðaríum slík rættindi (eitt nú hemara), so hevur landsstýrismaðurin at kalla fríar hendur sambært lógini.

Hin paragraffin - grein 22,2 - snýr seg um rættindini á Føroyabanka. Í 1996, tá ið farið varð frá kvotum til fiskidagar, bæði á landgrunninum og á Føroyabanka, varð eksplisitt ásett, at rættindini á Føroyabanka skuldu býtast bólkanna millum í sama lutfalli sum býtið á landgrunninum. Landsstýrismaðurin hevur sostatt ikki fríar hendur at býta á Føroyabanka. Í 2008 varð bann sett fyri fiskiskapi á Bankanum.

 

Paragraff um ‘leysgangandi’ fiskasløg kann ikki brúkast sum heimild

Í 2022 varð latið uppaftur fyri fiskiskapi á Føroyabanka, og síðani tá hevur løgfrøðin í Fiskimálaráðnum latið sum um bólkareglan er farin úr gildi og ført fram, at landsstýrismaðurin tí kann gera sum hann vil við rættindini á Føroyabanka. Árini 2022-2024 vísti Fiskimálaráðið bæði til Føroyabanka-paragraffina og til paragraffina um ‘leysgangandi’ rættindi.

Í uppriti í sambandi við Føroyabankakunngerðina í 2025 skrivaði Fiskimálaráðið, at mannagongdin fór at vera tann sama sum undanfarnu árini. Hetta sást eisini aftur í fyrsta uppskotinum til Føroyabanka-kunngerð: Í henni varð víst til bæði paragraff 22,1 (‘leysgangandi rættindi) og 22,2 (Føroyabanki).

Hetta er í samsvari tað, sum Fiskimálaráðið svaraði Løgtingsins umboðsmanni í einum klagumáli: «… heimildin er í báðum ásetingum, tvs. í § 22, stk. 1 og 2 í Sjófeingislógini […] tað hevur ikki týdning og broytir onki í hesum máli, um heimildin er í § 22, stk. 1 og  stk. 2 ella um hon bert  var í stk. 2.»

Í sambandi við sama mál skrivaði umboðsmaðurin til Fiskimálaráðið: Gevist við at vísa til grein 22,1 (‘leysgangandi fiskasløg) í sambandi við Føroyabanka, tí heimildin viðvíkjandi Føroyabanka er EINANS í grein 22,2.

 

Tulkaði seg fram til ynskta úrslitið

Og brádliga gavst Fiskimálaráðið við at vísa til paragraffina um ‘leysgangandi’ rættindi og vísti nú einans til Føroyabanka-paragraffina. Nú var ráðið komið til ta niðurstøðu, at í grundini var als ikki neyðugt at vísa til paragraffina um ‘leysgangandi’ fiskasløg: varð Føroyabanka-paragraffin tulkað rætt, so gav hon landsstýrismanninum heimild at umsita Føroyabankarættindi eftir egnum tykki! Og í tí skili, Jóhan, skrivaði tú undir 2025-kunngerðina, sum bara vísti til Føroyabanka-paragraffina – grein 22,2.

Søgan átti at enda har, Jóhan. Men tað gjørdi hon ikki!

Og tað er her, ið aktuella uppskotið kemur inn í myndina. Um løgfrøðin í Fiskimálaráðnum er sannførd um, at galdandi Føroyabanka-paragraffin hevur allan pakkan til at landsstýrismaðurin kann fyrisita Føroyabanka eftir egnum tykki, hví er so neyðugt við einari lógarbroyting?  

 

Snilt, snilt … men ikki nóg snilt

Eg havi eitt boð: Løgfrøðin í Fiskimálaráðnum veit, at Føroyabanka-paragraffin als ikki gevur landsstýrismanninum heimild at gera sum hann vil, men “går den, den så går den”. Men tað gekk ikki, tí onkur innan- ella uttanhýsis man hava gjørt vart, at ráðið kann ikki tulka seg til nakað, sum ikki stendur í paragraffini.

Hvat ger Fiskimálaráðið fyri at sleppa burtur haftinum, sum forðar landsstýrismanninum í at umsita Føroyabanka eftir egnum tykki? Jú, mann tvíheldur um, at toskurin á Føroyabanka ikki longur er rættindi hjá nøkrum, men heldur 'leysgangandi' rættindi.

So strikar mann bara 22,2 (Føroyabanka-paragraffina) og skrivar Føroyabanka inn í “landsstýrismaðurin ger sum hann vil“-paragraffina (grein 22,1) um ‘leysgangandi’ fiskasløg og billar tær og allari politisku skipanini inn, at hetta er alt eftir bókini!

 

Tú gert teg inn á verandi rættindahavar

Jóhan, tað er bara eitt stórt løgfrøðiligt ‘men, men …’ við hesari loysnini, sum tú hevur vælsignað við tínari undirskrift: tú gert teg inn á eksisterandi bólkarættindi!

Embætisfólkini í Fiskimálaráðnum munnu ikki vera nógv til fiskiskap á Føroyabanka, so tað eru ikki egináhugamál, ið skunda undir hesa ætlaðu broytingina. Heldur man tað vera trýst - lobbyarbeiði - uttaneftir, ið elvir til hesa 'smidligaru' loysnina. Endaúrslitið er ikki so trupult at gita.

Jóhan, við hesari ætlaðu lógarbroytingini - nú landsstýrismaðurin skal fyrisita Føroyabankarættindi sum 'leysgangandi' tilfeingi eftir egnum tykki - so endar dastið av Føroyabankarættindum áðrenn langt er umliðið hjá teimum, sum hava bestu atgongdina til myndugleikan.

 

Kann bjargast enn

Eg hoyri teir fyri mær, Eirik Justinussen og Heina í Kunoy: "Fyrr vistu reiðarar og fiskimenn, hvat teir høvdu rætt til sambært lógini. Nú verður Føroyabanki givin upp til skutils til frama fyri teir, ið hava besta sambandið við landsstýrismannin!".

Jóhan, hetta kollveltandi umskiftið er um at henda nú, meðan eg skrivi og meðan tú lesur. Tað hendir á tínari vakt, undir tínari ábyrgd, við tínari góðkenning og við tínari undirskrift.

Eg loyvi mær at gita, at hetta er ikki tað, tú vilt, og eg havi varhugan av, at tú yvirhøvur ikki ert greiður yvir, hvat tað er, sum tú ert gingin við til eftir tilmæli frá tínari fyrisiting. Men stúr ikki, Jóhan, tí tú kanst enn forða fyri tí stórskaða, sum tín undirskrift undir lógarbroytingaruppskotinum slóðar fyri:

JÓHAN, TAK UPPSKOTID AFTUR!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Byggisamtyktin fyri Svínoy góðkend
Jóhan Christiansen, tak uppskotið aftur!
Skálkar­nir eru klárir til Black Friday
1.200 tunnur av brislingi
Barnagarðs­stovur­nar verða uppnormeraðar
Snæfall 2 - nýggjur jóla­kalendari í sjón…
Stór handilshølir - langtíðarleiga ella…
Umval í Runavíkar kommunu
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Dagføring: Tunnilin lat upp kl. 17
Cedric Yambere fingið sekkin í Bordeaux
Finn Stampe vitjar Norðlýsið
LÍV Fastogn gjørt avtalu um 18 nýggjar…
Jóla­pakkin frá Soli Deo Gloria - ein jól…
Jólasøla í Sóljuni
Hvør er Ársins Fyrstuhjálpari 2025?
Fyrsti heilsu­politikku­rin fyri Føroyar h…
Benjamin Hav & Familien á TÓRSFEST 2026
60 ára hald í Eiðis skúla