Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond. (4 partur)

SKRIVAÐ: Oddbjørn Vágslíð  |  27.11.2025 - 17:32 Lesarabrøv Tíðindi

Í 3 parti av hesari greinarø, greiddi eg frá tveimun monnun, sum høvdu alstóran leiklut í, hvussi el-framleislu her á landi, fór fram, fyri 105 árun árun síðani, teir vóru Thomas Alva Edison og Nikola Tesla, sum uppfunnu tól, sum kundi framleiða elektrisitet, sum gjørdi okkara daglig dag nógv lættari.

 

Edison systemið, sum verður nevnt (DC) javnstreymur, fekk ongatíð tað stóra fótafesti her á landi. Men umborð á fiskiskipun, bleiv henda skipan nógv brúkt, fram til 1957, tá íð tey nýggju stál línuskipini komu til landi, teir høvddu (AC) systemi veksilstreymur.

 

Tesla systemi, sum verður nevnt (AC) veksilstreymur, er tað el-system, sum vit hava í Føroyum í dag, sum byrjar við einum lítlun vatn el-verkið í Botni í suðuroy í 1921.

 

Tá íð Tesla og Westinghouse í 1895, gjørdu tað fysta stóra vatn drivna el-verkið, við at útnytta vatni, sum rann frá Niagara Falls í USA, har fallhæddin var 50 metur, til at framleiða elektrisitet, valdu teir vatn í staðin fyri vind.

 

Grundin var tann, sum eisini er galdandi í dag, er at el-framleisla úr vindorku, er og verður ein óstabil orkukelda, hon kann bert nýtast til el-framleislu, tá íð vind viðurskiftir eru góð.

 

Er ongin vindur, so sigur tað seg sjálvt, so framleiðir vindmyllan ongan el-streym. Og er nógvur vindur, við stormi styrki, so koblar vindmyllan eisini út, og gevur ongan el-streym inn á netið hjá SEV. Hetta er el-orkan, sum stýrið og leislan í SEV, sigur skal verða áliti í orkuskipan hja SEV í framtíðini.

 

Tí má SEV altíð, hava aðra tøka orku, til sína el-framleislu, so sum oljutangar og diesel motorar, at seta inn, tá íð vindmyllur ikki geva nækran el-streym. Okkurt klókt høvd vil siga, vit kunnu bara seta vatn orkuna hjá SEV inn, ístaðin fyri olju og diesel orku.

 

Problemið er bara at vit her í Føroyum hava ongar stórar áir, sum í USA, sum samla upp vatn frá einum stórun landaøki, sum vit heldur ikki hava so nóg av 1.400 km2, fordeilt uppá 17 oyggjar, við fjøllun og dalun.

 

Og eru vit tí noydd til at gerða byrgingar yvir áir, uppi í einum dali, fyri at samla regn- og kelduvatni saman, sum Várharra letur gratis niður til okkum, og fáa gjørt nyttu burtur úr fall hædd, á hesum vatni, til at framleiða el-orku.

 

Tað grosteska er, at SEV í ca 50 ár, onki hevur gjørt fyri, at skaffa meira vatn í sínar byrgingar, og eru tí hesar verðandi vatn goymslur hjá SEV, serða óálítandi, serliga um summar hálvuna, tá íð turkur hevur verði leingi.

Sum sagt, so satsar Tesla uppá tryggu vatn orku, har tað kendasta el-verkið sum verður bygt, eftir hansara prinsippi, man verða ”Hoover Dam” í USA, sum bleiv bygt frá 1931 til 1936. Har ein byrgin, sum er 221 m høg, og 400 m breið, bleiv gjørd tvørtur um Colorado áina.

 

Hetta bleiv gjørt, sum eitt arbeiðis skápandi tiltak, til tað stóra arbeiðisloysið, sum kom í kjalarvørri av børskrakki í USA í 1929. Hetta stóra el-verk, framleiðir 4.200 GWh um ári, sum er ca 8,5 ferðir meir enn SEV framleiði pr.ár, ca.500 GWh 

 

Vit her í Føroyum, hava onki Niagra Falls ella stórar áir sum Colorado í USA. Men frá Várharra eru vit vælsignað, at hava sjógv rundan um okkara oyggjar. Hesin sjógvur hevur givið okkum mengan góðan fongin í land.

 

Spurningur er so, um hesin sjógvur, eisini kann geva okkum elektrisitet, við at pumpa sjógv niðan í verandi byrgingar hjá SEV, og fáa eitt blandigs produgt, sum er samansett av vatni og sjógvi, sum er lætt at flyta, og er ótømandi, tí sjógvur kann nýtast umaftur og umaftur.

 

Alt hetta baði vatn og sjógvur fáa vit gratis frá Várharra, vit skulu bara gjalda fyri at flyta hesa orku, úr fjøruni og niðan í verandi vatnbrunnar hjá SEV, og harvið fáa elektrisitet burtur úr hesum sjógvi.

 

Tá íð vit vita, at vit frá nátúrunar hond, hava for lítið av regni og kelduvatni, til at framleiða tað el-orku vit nýta, til okkara vinnulív og húsarhaldi, sum árliga liggur um ca.9.000 KWh pr.íbúgva.

 

Tá íð vit somuleiðis vita, at henda vatn el-orku framleisla hjá SEV, er tann bíligasta, og tann sum ferð best við okkara náttúru, er tað natúrligt at hugsa um, hvussi fáa vit meira vatn ella sjógv niðan í verandi vatn goymslur hjá SEV.

 

So teirra vatn turbinur, sum framleiða elektrisitet, kunnu koyra 100 %, t.v.s  24 tímar um døgni alt ári. Og ikki sum í dag, har henda vatn turbinu el-framleisla, liggur um ca.30 %, t.v.s at bert 1/3 av vatn turbinu kapasiteti, verður útnytta í dag av SEV, orsaka av vatn troti, sum serliga kemur fyri um summari.

 

Sambart yvirliti hjá SEV, yvir vatn el-framleislu í 2024, so framleiddi SEV 111 GWh úr vatni, í megan øll el-framleisla hjá SEV í 2024 var ca.480 GWh. Í 2024 var vatn el-framleislan góð 23 %, av samla el-framleislu hjá SEV.

 

Kundi man hækka hesa el-framleislu hjá SEV við tíðini, við 250 GWh, við at pumpa sjógv niðan í verandi vatn goymslur hjá SEV, so er nógv vunni á leiðini hjá SEV, at teirra el-framleisla er burðardygd, t.v.s hon kann endurnýtast umaftur og umaftur. 

 

 

Takið er í fysta umfari, at fáa sjógv niðan, í verandi vatn byrgingar hjá SEV,  so el-framleislan úr vatni/sjógvi kann fleiri faldast. Til at fáa sjógvin niðan í verandi vatn byrgingar, er neyðugt við einari pumpuskipan, sum er gjørd til endamáli.

 

Hesa tøknina hava vit í dag, í okkara tunnlun, her verður vatn, sum kemur niður í tunnil, veitt burtur við einari pumpuskipan,

 

Taka vit okkara nýggjasta tunnil, Sandoyartunnil (ST), so koma 2.200.000 litrar av vatni niður í tunnilin um døgni, hetta er 2.200 tons av vatni, sum uppí ein stóran nótabát.

 

Í (ST) eru gjørdir 5 stk vatn uppsamlings brunnar uppá ca.6.000 m3/tons, sum taka 30.000 m3/tons. Ein er í botni á tunnli, og so 2 stk ávegisbrunnar við hvønn enda. (ST) hevur 15 stk el-pumpir sum syrgja fyri, at alt vatni sum kemur niður í tunnilin, verður veitt burtur. Ein stórur partur av hesari pumpuskipan eru trygdar pumpur, sum skulu kobla inn, um høvuðspumpa svíkir.

 

Sambart upplýsing frá PF.Tunnil, taka vit allar 4 undirsjóðar tunnlar vit hava, Vága- , Norðoya- , Eysturoyar- , og Sandoyar tunnil, so verður pumpa 6.200 tons av vatni upp um døgni, uppá ársbasis, vil tað verða 2.263.000 tons av vatni. So tað letur seg gerða, at flyta stórar nøgdir av vatni ella sjógvi, sum elektrisitet kann fáast burtur úr.

 

Hetta verður seinasti partur í ár av greinarøð, við heitinum ”Sjógvpumpu skipan til Elverkið á Strond”, ætlan er at koma aftur, við 5 parti í januar mána 2026, sum kemur at snúgva seg um, hvat vindmyllu avintýri, hjá privatun fyritøkum, hevur kosta SEV í eyka útreislun, til at taka ímóti hesari óstabilu el-orku keldu. Og hvussi byrjaði alt hetta við vindmyllun til el-framleislu, her í Føroyum.

 

Roynt verður at fáa leisluna í SEV, at gerða eina kostnaðar meting, og møguliga eina royndar verkætlan, við einari sjógvpumpu skipan, til hetta elverkið hjá SEV, sum er best egna, til hesar royndar verkætlan, so tað verður eitt alternativ til vindmyllur, sum er og verður ein óstabil el-orku kelda, sum ikki er til at líta á.

 

Oddbjørn Vágslíð.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Umval í Runavíkar kommunu
Útleigan av handilshøli við Biskupstorg
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Dagføring: Tunnilin lat upp kl. 17
Cedric Yambere fingið sekkin í Bordeaux
Finn Stampe vitjar Norðlýsið
LÍV Fastogn gjørt avtalu um 18 nýggjar…
Jóla­pakkin frá Soli Deo Gloria - ein jól…
Jólasøla í Sóljuni
Hvør er Ársins Fyrstuhjálpari 2025?
Fyrsti heilsu­politikku­rin fyri Føroyar h…
Benjamin Hav & Familien á TÓRSFEST 2026
60 ára hald í Eiðis skúla
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
FarPay selt fyri trísiffraða milliónaupp…
Grindamenni­nir hava rætt
Føroyskar lógir mugu samsvara við føroys…
Síðsta keypið hjá FØROYA BANKA SAVNINUM…
Hægri barna­frádrátt og betri systkinafrá…
Í morgin kl. 15 letur skoytubreytin upp!