Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsbankin “gloymir”

SKRIVAÐ: Innsent  |  11.11.2025 - 08:23 Lesarabrøv

Landsbankin kemur nú við sínum metingum um føroyska búskapin og staðfestir niðurstøðurnar hjá Moody’s um, at vit hava ein sterkan búskap. Tó ávarar Landsbanin ímóti, at vit hava hall í bestu tíðum, og at tað verður rikin ein konjunktur-viðgangandi fíggjarpolitikkur.

Tað er gleðiligt at fáa staðfest frá Moody’s, at føroyski búskapurin er sunnur, hóast
avbjóðingar eru.

Tað sum Landsbankin “gloymir” at nevna í tíðindaskrivinum er, at Moody’s boðar eisini frá
hvørjar styrkir og veikleikar eru, sum kunnu broyta ratingina av føroyska búskapinum. Her
nevnir landsbankin:
“Tað hevur týdning, at Føroyar fáa eina góða meting, tí tað økir um álitið hjá
íleggjarum, sum vilja veita Føroyum lán.

Góða metingin ávirkar eisini hvørja rentu landskassin skal rinda fyri síni lán. Jú betri
kredittmeting, jú lægri er rentan, tá ið landið skal taka lán. Ymisk viðurskifti kunnu
gera, at ratingin verður verri, millum annað um skuldin veksur munandi, ella um
landskassin hevur hall í fleiri ár á rað.”

Men tað sum Landsbankin “gloymir” at nevna í tíðindaskrivinum er, at víðari stendur í
frágreiðingini hjá Moody’s:
“A weakening in the relationship with Denmark could also have negative
rating implications”

Hetta er sera tíðandi setningur, nú fimm flokkar á løgtingi arbeiða við at taka Føroyar úr
Ríkisfelagsskapinum, men hetta gloymir Landsbankin at nevna.

Bárður á Steig Nielsen
Formaður Sambandsfloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti