Lýsing
Lýsing
Ársins síðsta skrúvugudstænasta
Týsdagin 11. november kl. 17.30 verður aftur skrúvugudstænasta í Christianskirkjuni. Skrúvugudstænastur plaga at savna nógvar barnafamiljur, og hetta er síðsta skrúvugudstænasta í ár.
Fyrst er ein stutt gudstænasta í kirkjuni – um hálvan tíma við øllum – við eini søgu ella
barnavinarligari prædiku og sangum. Hesaferð er Øssur Kjølbro prestur. Løtan er serliga løgd eftir
teimum yngstu, men øll eru hjartaliga vælkomin.
Eftir gudstænastuna verða øll boðin niður í kirkjukjallaran til milliónbúff og skrúvur.
Seinastu tíðindini