Lýsing
Lýsing
Lýsing

St. Brandan og Brandansvík

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  10.11.2025 - 10:00 Mentan Tíðindi

Sagt verður, at írski sjófarin Sankta Brandan er fyrsti navnnevndi maður, sum setti fótin á land í Føroyum. Hetta skuldi vera í 6. øld, tá ið hann leitaði eftir fyrijáttaða landinum.

 

 

Húðarbátin evnaði hann til í Írlandi saman við monnum sínum. Teir klæddu eitt rimaverk av seigum pílagreinum við neytahúðum.

Í Brandansvík í Kirkjubø skuldi Brandan so leggja at. Við Kirkjubøhólmi landføstum hevur víkin helst verið góð skipahavn. Sum øldirnar liðu, máaðist lendið burtur, og á kyndilsmessuni hørðu, 2. februar 1602, sigst hólmurin losna úr landi.

Kortini skal neyvan leitast so langt aftur í tíð eftir Brandan-navninum í Kirkjubø. Í 1897 kom í Bonn í Týsklandi í ljósmála forkunnigt bræv, sum Johannes Teutonicus biskupur í Kirkjubø skrivaði 2. mai 1420.

Í brævinum verður eitt nú sagt, at teir fáast við at reisa eina kirkju í Kirkjubø, sum skal vígast Sankta  Brandani. Granskarar halda, at toftin við Brandansvík, Líkhús, er leivd eftir hesa somu kirkju. Sostatt hevur Brandansvík óivað fingið navn sítt eftir Brandanskirkjuni frá 1400-árunum.

 

Húðarbáturin Brendan
Miðskeiðis í sjeytiárunum sigldi bretski rannsóknarfarin, Tim Severin (1940-2020), á húðarbáti um Atlantshav við manning síni.

Á leiðini úr Írlandi til Nýfundlands varð lagt inn í Suðuroyum, Føroyum og Íslandi. Í Kirkjubø mynstraði Tróndur Patursson, listamaður, umborð.

Komið var til Nýfundlands í øllum góðum. Kortini prógvar hetta ikki, at írskir munkar – við Sankta Brandani á odda – komu til Norðuramerika, men at teir kunnu vera komnir um havið breiða nærum túsund ár undan Kolumbusi.

Bókin um ferðina, The Brendan Voyage, er týdd til mong tungumál. Tim Severin skrivaði bókina, og Tróndur Patursson myndprýddi hana.

Myndin av húðarbátinum Brendan er úr donsku útgávuni, Brendans rejse (1978).

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heyst­kvøldseta á Kambsdali týskvøldið
Til øll ting- og lands­stýris­fólk: Hetta…
Kvøða til Hjarnar
BYRTA á OY Voxbotn 2026
St. Brandan og Brandansvík
Sandavágur vann toppdystin
Jóhannes Miðskarð stillar upp fyri Venst…
Klaksvík­ingar umboða Føroyar
Hjarnar heiðraðir við Mentan­arheiðursløn…
Veðrið í vikuni
Stórsigur til Stjørnuna í móti VB
Heðin í Gamla Seglhúsinum
Løgmaður um komandi val, Suðuroyar­tunnil…
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ
Samgongan satsar pelagiska marknaðin og…
Panik før lukketid - og Arabo gjørdist s…
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…