Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til øll ting- og landsstýrisfólk: Hetta hastar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.11.2025 - 12:30 Lesarabrøv

Rúsevnismisnýtsla í Føroyum er vaksandi. Tað vísa fleiri fakfólk á økinum á. Eisini fólk innan rúsevnisumhvørvið. Og misnýtlsan er serliga vaksandi millum ung.

Havi seinastu vikurnar tosað við fólk, sum starvast á økinum, fólk, sum eru bundin av rúsevnum, fólk, sum hava verið í rúsevnisumhvørvinum á ymiskan hátt, og fleiri onnur, sum hava gjørt meg eitt sindur klókari upp á hetta økið. Støðan er trupul, og eingin einføld loysn er.

Føroyar eru lítlar, og tí skal lítið til fyri at ávirka okkara lítla land. Sproytur eru allarhelst ikki nýggjar í rúsevnisumhvørvinum, men støðan er vorðin alarmerandi seinasta árið. At onkur er komin niðrifrá at læra fólk, serliga ungfólk, at brúka sproytuna, hevur longu ført til ómetaligan skaða.

 

Tí mugu vit øll, óansæð politiskan lit, standa saman!

 

Framvegis verður smuglað, og har eiga vit sjálvsagt at seta so nógv inn sum møguligt, men málið er so nógv meiri enn tað. Ein stórur trupulleiki er reseptheiligvágur, sum í stórum verður misnýttur. Og alkoholið skal á ongan hátt gloymast, tí tað er framvegis ein kelda til upploysn á allan hátt.

 

Men allarmest umráðandi av øllum er FYRIBYRGING! Vit mugu standa saman og gera ein felags innsats fyri, at børnini og ungdómurin fyri alt í verðini ikki fara inn á hesa destruktivu leið, sum bara og einans førir til undirgang.


Eingin skal hava fyri neyðini at rúsa seg burtur frá veruleikanum og koma sær í so djúpan dal, at ein ynskir at seta sítt lív í váða við at kanska stinga sproytuna skeivt ella taka eina meiri enn ivsama tablett.

 

Ein minni strongdur gerandisdagur og meiri nærvera eru ivaleyst eitt tað besta, vit kunnu stríðast fyri.
Hvørt einasta menniskja hevur hevur óendaligt virði og hevur uppiborið so nógv betri.


Ivist ikki í, at øll tingfólk eru samd um hetta, og tí skulu vit í gongd beinavegin.

 

Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltur: Avgerandi dystur í Badminton…
Heimur, hvussu livir tú?
Upptøka á vallista umvegis Vangan
Nýggjur stjóri í Terminal.fo
Tekniski Skúli á breddan í dag
Bakkafrost tvífaldar linjukapacitetin á…
Herman og Jóan Petur stilla upp fyri Sam…
Jósef í brunninum
Javnleik í aðalroyndini
Opera fyri øll í Varpinum
Klaksvíkar Arbeiðsmanna­felag hevur aðalf…
Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn
Stjørnan danskan styrk til komandi kappi…
Valfundur á Skúlatrøð um vinnukarmar og…
Reint vatn til fjarskot­nar bygdir – før…
Eyka konsert Tey á Kamarinum
Aðalfundur og 2. og 3. uppstillingarfund…
Evnisdagur fyri sjófólk
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti