Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Anthoniussen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.11.2025 - 21:25 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna fer veðrið at vera meira vetrarligt. Hitalagið fer nøkur stig niðureftir, og fram ímóti vikuskiftinum fer tað at liggja um frostmarkið. Næstan alla vikuna eitt sindur av vindi, úr frískum vindi upp í hvassan vind, men ikki alla tíðina – onkuntíð bert eitt frískt lot. Eitt sindur av avfalli í vikuni, og eftir miðvikuna er tað, sum kemur niður, vátakavi ella kavi.

Lágtrýstøki, sum hevur verið vestanfyri, fer at flyta seg eitt sindur eystur um okkum seint týsdagin, og tá sleppur kalda luftrákið norðaneftir framat. Fram ímóti vikuskiftinum fer eitt hátrýst at mennast yvir Eysturgrønlandi og breiða seg yvir Ísland og eisini Føroyar. Tað fer at hava við sær turrari veður og gluggaluft.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað, mjørki í støðum og okkurt ælið. Seinnapartin eystan og yvirhøvur turt. Um kvøldið lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 7 til 10 stig.

Týsdagin:

Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður ella regn. Hitin 5 til 9 stig, um náttina niður í 3 stig.

Mikudagin:

Frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og vátakava- ella kavaæl. Um kvøldið frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og ælaveður, kanska við vátakava. Hitin 2 til 6 stig.

Hósdagin:

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Sum frálíður lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, kavi ella kavaæl. Hitin fer úr 4 til 7 stigum niður ímóti frostmarkinum.

Fríggjadagin:

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og vátakava- ella kavaæl. Hitin úr 1 stigi undir frostmarkinum upp í 4 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…