Lýsing
Lýsing
Lýsing

BYRTA á OY Voxbotn 2026

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.11.2025 - 11:10 Tíðindaskriv

Publikumsfavoritturin, BYRTA, kemur at framføra á OY Voxbotn 2026. Hetta verður einasta konsertframførsla teirra í Føroyum í ár – og vit gleða okkum til eina fantastiska konsert á stóra pallinum – mitt í Havn.

Elektronisk poppveitsla við BYRTA

Vit kenna tey bæði, Janus Rasmussen og Guðrið Hansdóttir – ólík, men saman skapa tey
nakað heilt serligt – fenomenið kallast BYRTA. Janus Rasmussen er tiltikin innan
føroyskan og íslendskan popptónleik. Ofta verður Janus settur í samband við
elektrotónleik. Upprunaliga seta vit Guðrið Hansdóttir í samband við meira aukustiskan
singer/songwriter tónleik. Hon er sangskrivari í serflokki, og so er hon eisini sangari av
hægstu góðsku.
 
Saman hava tey skapt eitt konsept, sum bara hittar, hittar og hittar. Øll løg teirra eru
føroyskir poppklassikkarar, so tað er ikki hissini veitsla tað verður, tá BYRTA seta futt í OY
Voxbotn 2025.
 
Ársins konsert í OY í februar 2025
Eftir at hava verið kvirr í rúma tíð, framførdu tey eina sanna tónlistarliga
maktdemonstratión, tá hittini vóru blást út millum mongu gestirnar, til hesa 2 x útseldu
konsert. Tey framførdu stóru BYRTA løgini so sum “Loyndarmál”, “Í tínum eygum”
“Norðlýsið”. Eisini gjørdu tey eina superproduktión av 80ara gimsteininum hjá Plúmm
“Stjørnuskot”, og fjøldin gekk totalt bananas! 
Byrta fer sanniliga at birta í eina tónlistaliga ekstasu í Vágsbotni 2026.

Ger skjótt av, tí Voxbotn 2026 verður vilt og væntandi eisini útselt!
Keyp atgongumerki fyri bara kr. 795,- í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á
ebillet.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heyst­kvøldseta á Kambsdali týskvøldið
Til øll ting- og lands­stýris­fólk: Hetta…
Kvøða til Hjarnar
BYRTA á OY Voxbotn 2026
St. Brandan og Brandansvík
Sandavágur vann toppdystin
Jóhannes Miðskarð stillar upp fyri Venst…
Klaksvík­ingar umboða Føroyar
Hjarnar heiðraðir við Mentan­arheiðursløn…
Veðrið í vikuni
Stórsigur til Stjørnuna í móti VB
Heðin í Gamla Seglhúsinum
Løgmaður um komandi val, Suðuroyar­tunnil…
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ
Samgongan satsar pelagiska marknaðin og…
Panik før lukketid - og Arabo gjørdist s…
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…