Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin er tikin í morgun yvir Skopunarfjørð. Eitt æl er beint norðan fyri Sandoynna, og sólin sæst stava niður ímillum teir tjúkkastu bøklarnar. | Mynd: Jógvan Páll Jensen

Nordic Meteorologist Meeting 2026 (NMM 2026) verður í Føroyum

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  10.11.2025 - 15:17 Tíðindi Veðrið

Tann 34. norðurlendska veðurráðstevnan, Nordic Meteorology Meeting (NMM), verður hildin í Føroyum í døgunum 26 - 29. mai, 2026. Endmálið við NMM er at stimbra samstarvið millum veðurfrøðingar, sum hava áhuga í veðrinum í norðurlendska og arktiska økinum.

Veðurstova Føroya var fyrstu ferð umboðað á seinasta NMM, sum var í Keypmannahavn í august í fjør. Tá bjóðaðu umboð fyri Noreg, sum annars stóð fyri tørni at skipa fyri næstu ráðstevnuna, okkum í Føroyum at skipa fyri ráðstevnuna í 2026. Starvsfólkini frá Veðurstovu Føroya valdu at taka av og verður tann 34. ráðstevnan í hesari røðini í Føroyum í døgunum 26 - 29. mai næsta ár.

NMM ráðstevnurøðin byrjaði í 1960, og hevur síðani verið hildin annaðhvørt ár í einum av norðurlenskum londunum í samstarvinum, sum nú eisini telur Føroyar. Tað eru felagsskapir við áhuga fyri veðurfrøði, á enskum Meteorological Societies, sum vanliga standa fyri ráðstevnunum. Limirnir í slíkum felagsskapum eru í stóran mun starvsfólk á veðurstovum, men eisini fólk í vinnum, sum er tengdar at veðurfrøði og veðurmátingum, ella bara hava serstakan fakligan áhuga fyri veðrinum. Slíkur áhugafelagsskapur, sum vit kenna tað í grannalondunum, er ikki stovnaður í Føroyum enn. Tí eru tað starvsfólk á Veðurstovu Føroya, sum skipa fyri við hjálp frá felaginum GreenGate Incoming.

Í fjør var Veðurstova Føroyar væl umboðað, tá ið norðurlendskir veðurfrøðingar hittust í Keypmannahavn. Millum tær nógvu framløgurnar um alt ímillum himmal og jørð, var eisini ein frá okkara Turið og Andriasi. Tey fortaldu eitt sindur um veðrið í Føroyum, og hvussu avbjóðandi tað viðhvørt er at klóka seg uppá.

Høvuðsevnini á ráðstevuni eru veðurtænasta, mátingar, myndlar og vitlíki, sum í vaksandi mun verður brúkt til at gera veðurforsagnirnar. Góðar og neyvar veðurmátingar eru grundleggjandi fyri at gera haldbarar veðurforsagnir, men eisini avgerandi fyri at lýsa okkara veðurlag og hvussu tað møguliga broytist. Sum serstøk evnir umfatar skráin m.a. forsagnir um sjóstøðu og útvegan av veðurtølum til vinnuendamál. Vinnuendamál fevnir í hesum høpi rættuliga breitt, m.a. um bygging, orkuútvinnan, ferðavinnu, flutning á landi og sjógvi, umframt fiski- og alivinnu. Sjóstøða fevnir um vindskapta aldu og rák, sjóvarfall og flóðaldur. Eisini er serstøk veðurtænasta í samband við  leiting og bjarging bæði á landi og á sjónum eitt av serevnunum í skránni.

Veðurstova Føroya er yngsti og nógv tann minsti veðurstovnurin á okkara leiðum. Eitt gott samstarv við stovnarnar í grannalondunum hevur tí alstóran týðning. At fáa høvi til at skipa fyri NMM-ráðstevnuni er eitt gylt høvi at kjakast við starvsfelagar og onnur veðuráhugaði, samstundis sum vit vónandi fáa víst teimum dømir um serstøku føroysku umstøðurnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eykaaðalfundur hjá Norðoya Bjargingarfel…
Rundkoyringin í miðbýnum verður asfalter…
Nordic Meteorologist Meeting 2026 (NMM 2…
Heyst­kvøldseta á Kambsdali týskvøldið
Til øll ting- og lands­stýris­fólk: Hetta…
Kvøða til Hjarnar
BYRTA á OY Voxbotn 2026
St. Brandan og Brandansvík
Sandavágur vann toppdystin
Jóhannes Miðskarð stillar upp fyri Venst…
Klaksvík­ingar umboða Føroyar
Hjarnar heiðraðir við Mentan­arheiðursløn…
Veðrið í vikuni
Stórsigur til Stjørnuna í móti VB
Heðin í Gamla Seglhúsinum
Løgmaður um komandi val, Suðuroyar­tunnil…
Hesi blivu ársins bestu hjá KÍ
Samgongan satsar pelagiska marknaðin og…
Panik før lukketid - og Arabo gjørdist s…
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?