Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein fotosafaritúrur um Mykines (Seinni partur)

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  18.07.2025 - 20:45 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Nú vit søgdu farvæl til hugvekjandi og vøkru súlurnar, var avgjørt, at vit skuldu fara fram við suðursíðini á Mykinesi og fara fram við Tindhólmi, áðrenn vit aftur settu kós ímóti Vestmanna. Vit allir tríggir, eg undirritaði, Ásmundur og Hans Hjalti ætlaðu okkum sjálvandi til fótbóltsdystin, sum KÍ skuldi leika ímóti SJK úr Finnlandi.

Onki er at taka seg afturí, at vitjanin kring Mykines hevði gjørt, at vit hava fingið eina sera positiva vitan um okkara fuglameingi. Fara vit framhaldandi at røkja okkara stovnar væl, so er einki at ivast í, at fuglurin kring oyggjarnar fer at økjast í tali um ikki viðurskifti, vit ikki hava ávirkan á, fara at ávirka skeivan vegin.

Sum sæst á myndunum her, so hevur súlan góðar dagar, og ikki kann sigast annað enn tað sama um lundan. Tá hesir stovnar kunnu lívbjarga sær, so fer helst eisini at hildnast hjá lomviganum og lundanum. Tveir hiplingar sóu vit eisini undir Tindhólmi.

Eftir sera hugnaliga og vakra landslagið við Tindhólm, valdu vit at seta kósina aftur á Vestmanna, eftir ein sera hugnaligan og læruríkan túr vestanfyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Súnhild Langgaard er borgari nr. 1600 í…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (Seinni p…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (1. partu…
Umfatandi eftirlits­kann­ingar av línuskip…
10. ferð at KÍ kemur víðari í altjóða fó…
Samrøða við Hallur Joensen
Video: KÍ 2 - 0 SJK Seinäjoki
Gongur væl við KG
Norðborg á Norð­havnina
Borgar­stjó­rin heilsaði upp á gullvinnara…
Tollstríðið órógvar handilin
Lions stuðlar Sinnisbata
Lívsleiðis Hendingar
Bogi Bech Jensen: Sloyfa málið um 100% g…
Finalur­nar í einmansleiki klokkan 10
Klaksvíksdamur í finaluni í dag
Myndarøð: KÍ vann samanlagt 4-1 á SJK
KÍ kom aftur í ár víðari eftir sannføran…
Samuel Chukwudi takkargávu úr Klaksvík
Føroyskir viðmerkjarar til NSÍ dystin