Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tollstríðið órógvar handilin

SKRIVAÐ: Landsbanki Føroya  |  18.07.2025 - 14:53 Tíðindaskriv Vinna

Fleiri lond hava sum aftursvar til høga tollin úr USA, økt tollin á amerikanskum vørum. Eitt slíkt tollstríð fremur ikki samhandilin millum londini í heiminum, og gagnar soleiðis ikki Føroyum, tí vit innflyta tað mesta av tí, sum vit nýta, og útflyta tað mesta av tí, sum vit framleiða.

 

Ein góður fjórðingur av føroyska laksinum varð útfluttur til USA í 2024, og av øllum føroyska vøruútflutninginum varð 15% útflutt til USA. Føroyskur vørur, sum verða útfluttar til USA, eru nú álagdar ein toll á 10%. Tollurin var 0% frammanundan.

Føroysku fyritøkurnar kunnu harafturat verða óbeinleiðis raktar av lægri eftirspurningi úr USA, tí tollurin minkar um keypiorkuna hjá amerikansku brúkarunum.

Somuleiðis kunnu føroyskar fyritøkur, ið útflyta til ES, verða raktar av lægri eftirspurningi, um amerikanski tollurin á evropeiskar vørur ávirkar evropeiska búskapin og harvið keypiorkuna hjá brúkarunum í Evropa. Nærum helminguin av føroyska vøruútflutninginum fór til ES í 2024. Ein stórur partur av botnfiskavørunum fóru til ES í 2024, og umleið helvtin av útflutta laksinum.

Ein tollur á okkara útflutningsvørur og hvussu búskaparliga gongdin annars er á okkara útflutningsmarknaðum, kann hava stóra ávirkan á smáar búskapir sum tann føroyska, serliga tí útflutningurin fyllir nógv samanborið við BTÚ.

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…