
Umfatandi eftirlitskanningar av línuskipum framdar
Happing, skelting, sløkkiútgerð, certifikatir, lúkur, skrásetingar, tættleiki, atkomuviðurskifti, hvílitíð eru millum viðurskiftini, sum eru kannað umborð á línuskipum, og niðurstøðan hjá Sjóvinnustýrinum er, at sum heild er støðan goð, men eisini er eitt tilmæli gjørt um at stramma upp uppá trygdina umborð.
Eftir at Kambur sakk í fjør hevur Sjóvinnustýrið gjørt av at kanna trygdina umborð á ymiskum línuskipum. Tey kannaðu skipini eru Jákup B., Klakkur, Kambur, Polarstjørnan, Núpur, Pison, Stapin, Sandshavið, Mars, Jógvan I., Eivind og Vesturhavið.
Sum heild er trygdin á góðari leið, men nøkur undantøk vóru. Á onkrum skipi vóru ikki nóg regluligar venjingar við bjargingarútgerð og/ella við sløkkiútgerð. Aðrastaðni stóðu vatntættar lúkur opnar, tá tær ikki skuldu. Onkustaðni letur upplæring nakað eftir at ynskja, onkustaðni haltaði tað við viðlíkahaldi, og í onkrum førum var skrásetingin ikki nøktandi.
Allarhelst av hesi orsøk sigur Sjóvinnustýrið, at tey aftur fara at kanna línuskip í heyst.
Øll kanningin kann lesast her.