Lýsing
Lýsing
Lýsing

Finalurnar í einmansleiki klokkan 10

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  18.07.2025 - 09:53 Ítrottur Tíðindi

Finalan hjá harrunum í einmansleiki byrjar klokkan 10, tá 22 ára gamli Rúni Øster spælir ímóti grønlendska Toke Ketwa-Driefer, 26 ár. Síðani verður tað finalan hjá kvinnum í einmansleiki, har 21 ára gamla Miriam í Grótinum spælir ímóti 31 ára gomlu Sara Lindskov úr Grønlandi

 

Grønlendska drotningin møtir føroysku stjørnuni

Á síðstu oyggjaleikunum á Guernsey fyri tveimum árum síðani vann Sara á Miriam í hálvfinaluni í einmansleiki, har Sara eftirfylgjandi streyk avstað við gullinum í einstaklingakappingini. Sara er veruliga drotningin av badminton í Grønlandi, sum eisini hevur drúgvar royndir í altjóða høpi. Hinvegin er Miriam unga stjørna okkara við fýra FM gullmedaljum og fleiri altjóða dystum seinnu árini. Á rankinglistanum hjá BWF liggja tær báðar næstan javnar, har Miriam tó hevur munin sum nummar 808 ímóti Sara á 821 í einmansleiki.

 

Toke koppaði landsstýrisformanninum

Toke luttók ikki á oyggjaleikunum á Guernsey vegna skaða, tí verður hetta fyrstu ferð, at Rúni spælir ímóti honum á oyggjaleikum. Toke hevur verið grønlendskur meistari í einmansleiki síðstu trý árini, har hann í fjør vann á Jens-Frederik Nielsen, sum í dag er landsstýrisformaður í Grønlandi. Jens-Frederik vann gull á Guernsey. Rúni gjørdist føroyameistari í einmansleiki í 2025. Í liðkappingini fyrr í vikuni vann Grønland gull, har tey bæði Sara og Toke vunnu dystirnar í einmansleiki. Nú vóna vit, at Miriam og Rúni klára at sifta grønlendsku badmintonleikarunum í finalunum í einstaklingakappingini.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…