Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bogi Bech Jensen: Sloyfa málið um 100% grøna orku

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.07.2025 - 09:56 Tíðindi

Í einum uppslagið á Facebook hósmorgunin mælir Bogi Bech Jensen myndugleikunum og SEV frá at halda fast í málið um 100% grøna orku á landi í 2030.

 

Ítøkiliga reisir Bogi prinsipiella spurningin: “Eg loyvi mær, at seta spurnartekin við, um tað yvirhøvur er eitt gott hugskot, at hava eitt mál fyri, at øll elframleiðsla skal verða grøn.” Bogi er ikki hvør sum helst, tá umræður grøna orkuskiftið, tí sum adjungeraður professari í orkufrøði á Setrinum er Bogi ein nógv brúktur serfrøðingur. Eitt nú var Bogi limur í arbeiðsbólki, sum myndugleikarnir settu at orða tilmælir til marknaðarskipan á orkuøkinum. Eisini er Bogi nýliga valdur sum formaður í nevndunum fyri vindmyllufeløgini hjá SEV.

Í uppslagnum leggur Bogi dent á, at myndugleikarnir eiga at hava høgar ambitiónir um einar grønar Føroyar. Men tað er “tó umráðandi, at grøna umleggingin verður gjørd á rættan hátt”.

Sambært Boga er rætti hátrurin at lata oljuorku framvegis taka sær av seinastu 20%, tí tað er alt ov dýrt at røkka 100% í 2030: “Tað er tí skilabest, at lata elnetið liggja í eini økonomiskari javnvág, har man loyvir seinastu 20% at koma frá olju, meðan hini 80% koma frá grønum keldum.”

Heldur skulu myndugleikarnir sambært Boga hugsavna seg um uppgávuna at elektrifisera alla orkunýtsluna. “Hetta krevur sjálvsagt útbyggingar á framleiðslusíðuni við vindi og sól, men hesar skulu ganga hond í hond við økingina á nýtslusíðuni.”

Tá tað málið er nátt, kunnu myndugleikarnir aftur fara at “arbeiða við, at øll elframleiðsla verður grøn.”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyska málið og mentanin fyri hóttafal…
Míni hjartamál: Strika 8000kr, útleigara…
Løgtingsvalið: Norðlýsið on Tour
Kvinnu­ungl­ingar: Mjølnir er føroyameista…
- Sirið og eg kunnu seta rekord
Leivur Øssursson TG 32
Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenber…
FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina
Johnny um dýr vallyfti: Hetta skalt tú k…
Í kvøld spælir Team Klaksvík síðsta dyst…
Nevndarval á Herluf's Kafé
FC Suðuroy bjóðar til fótbóltsskúla í pá…
Kapitalisma - Skipanin ið lønar tær fyri…
Útróðurin má fáa betri treytir!
KÍ fingið styrk úr brasilia
Duopol í føroyskari telving
Forboð hjá ungum at brúka sosialar miðla…
Rasmus Seebach á Summar Festivalin
Fingrar­nar vekk frá SEV!
KÍ hevur fingið tilgongd?
Lýsing