Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lions stuðlar Sinnisbata

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.07.2025 - 14:51 Mentan Tíðindi

Allur ágóðin frá ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn í Müllers Pakkhúsi fer í ár til Sinnisbata. Freistin at lata listaverk inn er úti mánadagin.

 

Stóra listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi er ein søluframsýning, har allur ágóðin fer til vælgerandi endamál. Í ár fer stuðulin til Sinnisbata, sum er áhugafelagið hjá teimum, sum hava sálarsjúku, og avvarðandi teirra.

Síðstu árini hevur Sinnisbati arbeitt við at seta á stovn eitt Headspace-tilboð í Føroyum, sum eisini er lagað eftir føroyskum viðurskiftum. Endamálið við Headspace er at veita børnum og ungum, ið ikki hava tað gott og stríðast, skjótan lággáttarstuðul.

Við Headspace kunnu tey tosa um ivamál og avbjóðingar í einum skipaðum og opnum felagsskapi. Líknandi tilboð er í fleiri norðurlondum og nú skjótt eisini í Føroyum.

 

Freistin úti mánadagin

Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er mánadagin 21. juli. Nærri fæst at vita á https://lions.fo/tn. Listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi hósdagin 24. juli millum klokkan 16 og 18.

Ólasøkuframsýningin letur upp seinnapartin sunnudagin 27. juli og heldur fram alla ólavsøkuna, líka til mikudagin 30. juli. Sunnudagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og mikudagin er opið klokkan 16-20.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Súnhild Langgaard er borgari nr. 1600 í…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (Seinni p…
Ein fotosafaritúrur um Mykines (1. partu…
Umfatandi eftirlits­kann­ingar av línuskip…
10. ferð at KÍ kemur víðari í altjóða fó…
Samrøða við Hallur Joensen
Video: KÍ 2 - 0 SJK Seinäjoki
Gongur væl við KG
Norðborg á Norð­havnina
Borgar­stjó­rin heilsaði upp á gullvinnara…
Tollstríðið órógvar handilin
Lions stuðlar Sinnisbata
Lívsleiðis Hendingar
Bogi Bech Jensen: Sloyfa málið um 100% g…
Finalur­nar í einmansleiki klokkan 10
Klaksvíksdamur í finaluni í dag
Myndarøð: KÍ vann samanlagt 4-1 á SJK
KÍ kom aftur í ár víðari eftir sannføran…
Samuel Chukwudi takkargávu úr Klaksvík
Føroyskir viðmerkjarar til NSÍ dystin