Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magnus Powell: Hetta verður spennandi

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.07.2025 - 21:20 Ítrottur Tíðindi

KÍ-venjarin heldur, at KÍ hevur havt góðar fyrireikingar til altjóða dystirnar, men hann viðurkennir, at talan er um eitt sterkt mótstøðulið.

Magnus Powell hevði síðstu venjing við KÍ-hópinum í Føroyum í dag undan dystinum hósdagin. KÍ-hópurin fer við leigutúri týsmorgunin kl. 10.00 beinleiðis til Vaasa í Finnlandi, har tað síðani verður koyrt til Seinäjoki. Allir mans eru tøkir uttan Jonn Johannessen, sum fekk eina harða takling í gjár, og tí ikki verður við til fyrra dystin.

- Vit hava havt góðar fyrireikingar til hendan dystin, sum verður spældur á graslíki á størri vølli enn her. Vit hava havt nakrar fínar dystir her til seinast, har tað eisini hava verið ting at arbeitt við. Hetta er eitt gott lið, sum vit møta. Eitt ungt lið, sum spælir við nógvari orku. Teir spæla eitt sindur sum vit kann mann siga og eisini í eini 4-2-3-1 leiskipan. Vit fara eftir at fáa eitt so mikið gott úrslit, at vit hava alt at spæla fyri, tá vit koma aftur at spæla í Klaksvík undir okkara kendu umstøðum, so hetta verður spennandi, segði Magnus Powell við Norðlýsið.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað…
Ferðslu­kunning í samband við Champions L…
Dronufilmar av Gadus við Bjarnoynna
Gott summar!
Julie Vanggard Christensen til Stjørnuna
Norðlýsið er komið
KFUM &K: Vinnaratøl­ini av lutaseðlasølun…
Pinkubarna­screeningin verður víðkað frá…
Tøkk - Jóna Joensen
Útróðurin um vikuskifti
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin