Oyggjaleikir: Løgmaður ynskti íðkarum góða ferð
Her er røða løgmans á fráferðartiltaki hjá ÍSF í sambandi við Oyggjaleikir 2025
Góðan morgun øll somul!
Tjúgundu oyggjaleikirnir standa nú fyri framman.
Tað eru fjøruti ár síðan fyrstu ferð.
Og tí kann mann av røttum kalla hetta eina langa og frálíka siðvenju, sum vit eru góð við.
Oyggjaleikir eru hæddarpunktið hjá fleiri tykkara.
Tað er har, at tit gera tykkara besta at fáa úrslit burtur úr óteljandi venjingum.
Tað er har, at tit mennast og búnast til ítróttaligar avbjóðingar í framtíðini.
Men tað er eisini ein felagsskapur, har vinaløg verða skapt.
Bæði í føroysku leguni, men eisini við ítróttafólkini frá hinum oyggjunum.
Tað er ein orsøk til, at leikirnir vanliga verða kallaðir vinarleikir.
Eg veit, at tað snýr seg um at vinna heiðursmerki, men tað hevur eisini týdning at vinna sær vinir – og skapa góð minni.
Hesaferð verða tit tey fyrstu at umboða Føroyar til Oyggjaleikir á Orknoyggjunum.
Og um júst eina viku ber Oddvør Alberta Kimsdóttir føroyska vatnið til oyggjaleikasetanina.
Tann løtan er altíð serstøk.
Sum yngsti føroyingur – 13 ára gomul - fer Oddvør Alberta fyri fyrstu ferð at uppliva huglagið og samanhaldið, sum eyðkennir leikirnar.
Men tað tykist sum, at hon longu veit, hvat tað snýr seg um.
Eg las í Kringvarpinum, at hon gleðir seg at ferðast við fimleikavinkonunum, møta nýggjum fólki og kappast í einum øðrum landi.
Tað er ein sera góð samanumtøka av tí, sum Oyggjaleikirnir eru:
Vinalag, læra nýggj fólk at kenna og kappast uttanlands.
Meðan summi luttaka fyri fyrstu ferð, so eru onnur, ið hava verið við fyrr - og enntá vunnið sannførandi.
Fyri átta árum síðan vann Anja Eydnudóttir ikki færri enn fimm gullheiðursmerki í bogaskjóting á oyggjaleikum í Gotlandi.
Eftir langan steðg er hon við aftur, og vit gleða okkum at fylgja við.
Pláss skal eisini vera fyri eitt sindur av stuttligum prikum, tá mann fer á eina slíka ferð.
Og tað var serliga eitt prik, eg legði merki til, nú vit hava sterka umboðan í langteinarenning.
Tað sær út til, at Bragdið í Havn hevur ment seg væl seinastu árini.
Og tí segði rennarin Julian Gregersen úr Treystinum í Klaksvík so beinrakið, at tað var stuttligt, at havnarmenn eru farnir at renna so skjótt.
Men tað er ein sannleiki í tí. Vit minnast fyri tveimum árum síðan á Guernsey, tá tveir ungir garpar úr Bragdinum vunnu gull í bæði 100 metrum, 200 metrum og 400 metrum.
Góðu íðkarar,
Nú vænti eg, at tit øll eru spent. Og at tit hava vónir um at njóta og læra av hesi vikuni, tit eru burtur.
Kanska tit síggja, at innan nógvar ítróttagreinar eru umstøðurnar góðar í Føroyum, meðan á summum økjum eru vit enn aftanfyri.
Alt kann sjálvsagt gerast betri.
Og í lítlum samfeløgum sum okkara eru sjálvbodnar eldsálir avgerandi fyri menningina av ikki bara smáum, men eisini størri ítróttagreinum.
Tað er tykkum eldsálum at takka, at vit hava møguleika fyri at senda ítróttafólk avstað til kappingar uttanlands.
Góðu øll somul,
Um tvey ár eru vit vertir. Tá hava vit heimavøll.
Lat hesar oyggjaleikirnar vera byrjanina til tað brakið.
Eg gleði meg at síggja at síggja tykkum kempa fyri Føroyar á Orknoyggjunum. Og eg ivist ikki í, at føroyingar fara at fylgja væl við her heima.
Góða eydnu, tit øll og koyrið nú á.
Vit síggjast á Orknoyggjum!