Lýsing
Lýsing
Svein Rógvi tippar barnaróðurin
Sum nakað nýtt tippar verturin í Nøglini eisini Barnaróðurin á Varmakeldu í dag
BARNARÓÐUR - 5 MF GENTUR
- Broddur
- Svalan
- Firvaldur
Tað er ógviliga flott – tríggir bátar úr Suðuroynni nr. 1, 2 og 3! Men í dag vinna tær sterku Sumbiagenturnar aftur! Teir hava fingið royndirnar, men tá tað stendur á, so er tað úr Sumba, at styrkin kemur! Koyri á gentur!
BARNARÓÐUR - 5 MF DREINGIR
- Tekla
- Havørnin
- Fiskurin
Tekla hevur 20 stig – Havørnin 19. Stríðið er glóðheitt, og í dag kemur Tekla aftur við stavninum framum! Men tað er ikki bara toppstríðið, sum spenningur er um, tí munurin niður til Fiskin minkar fyri hvønn róður. Alt stendur opið, og eitt mist tak kann kosta dýrt!
Seinastu tíðindini