Daniel Johansen skeyt KÍ enn nærri FM 2025
KÍ vann í Sarpugerði og fer í summarfrí frá landskappingini við einari sera góðari støðu.
Í fyrra hálvleiki byrjaði KÍ betri, men Víkingur kom betri við. Bæði liðini høvdu stórar møguleikar at skora, men einki mál kom.
Í seinna hálvleiki var KÍ omaná og eftir hornasparksstøðu skeyt Daniel Johansen bóltin hegnsliga útvið stongina og fangaði landsliðsmálverjan á skeiva beininum. Eftir hetta helt KÍ mótstøðuliðnum frá málinum líka fram til síðsta minutt og eins og móti HB, so kom ein møguleiki tá, men hesaferð endaði bólturin mitt á Mark F. Jensen.
KÍ hevur eftir 16 dystir vunnið 15 og er í einari dreymastøðu í mun til FM 2025, tí í minsta lagi níggju stig og ein betri málmunur verður niður til nummar tvey í summarsteðginum.
Nú skal KÍ royna sína styrki
Hetta var ein góð upptakt til altjóða dystirnar hjá KÍ móti SJK komandi vikurnar. Tað verður nú, at vit koma at síggja, hvør styrkin hjá KÍ er á altjóða pallinum. Og skal KÍ fáa meir enn tveir dystir, so verður neyðugt við tveimum toppavrikum móti einum av bestu liðunum í Finnlandi.