U21 hetjurnar vitjaði Duritu og Fríðin
Teir ungu hondbóltsmenninir upplivdu Maradona Street, skotsikra rútin og ljóðdoyvda rúmið, umframt blíðskap frá Team Klaksvík stovnaranum. Vit vóru við og fingu eina mynd
U21 hondbóltsgarparnir hava hugtikið hondbóltsheimin við teirra sensationellu bronsuplasering til HM endaspælið. Teir hava fingið góða móttøku síðani teir lendu aftur í Føroyum.
Í dag hava teir koyrt við bussi og hava vitjað í Klaksvík. Maradona Street í kommunubrekkuni var eitt steðgistað, har búgva hjúnini Durita á Heygum og Fríðin Ziskason. Fríðin er mammubeiggi Rókur Ziskason. Har manglaði hvørki vátt ella turt. Rugbreyð við rullupylsu og skerpikjøt og so tann góða rabarbudessertin. Vit vóru við og fingu nakrar myndir.
Rókur Ziskason og Fríðin Ziskason
KÍ hjallurin
Teir høvdu frætt um KÍ hjallin hjá Niels Olaf Sølvará og vildu sleppa at vitja har og tann avtalan kom skjótt í hús. Teir koyrdu síðani frá Maradona Street norður á Stangavegin.
"Vælkomin í KÍ hjallin, her eru bara gullmedaljur!" segði ein kontantur Niels Olaf og nógvur látur. Teir vóru so hugtiknir av hjallinum, at teir vildu allir hava eina KÍ blusu og so lat KÍ shoppin upp fyri teimum - sum skilst fáa teir nógv "ja" har teir koma, hurðarnar standa opnar.