Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  01.07.2025 - 23:48 Ítrottur Tíðindi

Røðan, sum løgmaður, Aksel V. Johannesen, helt á Vaglinum í Havn á móttøku fyri U21-hondbóltslandsliðnum hjá monnum:

 

Góðu føroyingar, góða landslið,

”Størsta hendingin í føroyskum hondbólti nakrantíð. Ja, kanska í føroyskari ítróttasøgu í liðítrótti yvirhøvur.”

Tit halda kanska, at orðini, eg júst havi sagt, eru til høvið í dag.

Tað kundu tey tað sama verið. 

Men tey eru frá 2017, tá eg sum løgmaður bar heilsu fram til táverandi U21-landsliðið í hondbólti.

Tá var bragdið at spæla seg víðari til HM-endaspælið.

Nú – 8 ár seinni – eru vit ikki bara við í HM-endaspælinum. Vit eru triðbest í øllum heiminum. Hetta er søguligt. Hetta er fantastiskt!

Góðu tit øll,

Hondbóltur er felagsskapur. Og tað er ongantíð ov seint at koma við í ein felagsskap.

Hetta verður prógvað hvørja ferð, atgongumerkini til landsdystir verða útseld.

Hvørja ferð, ein ung genta ella ungur drongur kastar fyrsta hondbóltin.

Og hvørja ferð, vit hoyra errin ítróttafólk syngja tjóðsangin og umboða tjóðina.

Helst eru tað mong, ið fylgja við hondbólti í dag, sum ongantíð høvdu sæð ein heilan hondbóltsdyst fyri stuttari tíð síðan.

Ja, og tað eru enn nøkur, sum ikki kenna reglurnar til fulnar, men fylgja við kortini!

Tað er felagsskapurin, sum dregur. Tað er kraftmikla kenslan av at standa saman.

Øll sum ein!

Góðu áhoyrarar,

Vit standa í dag á herðunum á teimum, ið komu undan okkum.

Ímyndið tykkum:

Fyri góðum 50 árum síðan bleiv hondbóltur ikki leiktur inni. Hann bleiv leiktur úti.

Tað eru stór lop frá tí til dagin í dag, har vit eru ósigrað í stásiliga heimavøllinum við Tjarnir.  

Tykkara avrik í Póllandi fer at merkja nógv fyri komandi ættarlið.

Tað fer at birta ein neista, ið var púra óhugsandi fyri bara fáum árum síðan.

Við góðum úrslitum, treiskni og eldhuga kemur størri áhugi.

Tit ganga á odda í dag, og um nøkur ár standa onnur á herðunum á tykkum.

Hondbólturin í Føroyum er komin upp á eitt altjóða stig.

Vit eru farin frá at tosa, um vit skulu hava eitt landslið - til hvussu errin vit eru av okkara landsliðum.

Góði landsliðshópur, 

Ferð eftir ferð verður sagt, at tit hava eitt heilt serligt samanhald.

Eg kann ætla, at tað er við blandaðum kenslum, at júst hesin hópurin hevur havt seinastu minuttirnar saman. Men tit endaðu við einum sonnum braki!

Hesar seinastu vikurnar hava verið nógvar lagnuløtur. Men tvær hava fest seg í mín huga, sum vísa samhaldsfesti og liðanda.

Ein er, tá liðskiparin, Ísak Vedelsbøl, vísti seg sum ein oddamann eftir brenda brotskastið og staðfesti:

”Eg eri glaður fyri, at tað var eg - og ikki onkur annar.”

Eftir dystin um bronsuheiðursmerkið staðfesti Høgni Højsted á líknandi hátt, at tað var gott, at hann fekk reyða kortið og ikki Ísak.

Tá tað gongur ímóti hjá einstaklingum, so eru tit búnir at hugsa um heildina.

Um felagsskapin.

Um liðið.

Hetta eru sunn og góð virði, sum tala til okkara hjørtu, og vit sum samfelag fáa lærdóm burturúr.

Her at enda vil eg takka øllum tykkum, sum sjálvboðin hava gjørt sítt fyri at lyfta leikarar og feløg upp til tað, vit síggja í dag.

Takk fyri tykkara ósjálvsøkna lyndi.

Fyri tíðina, tit leggja í hondbóltin.

Og fyri ótroyttandi ágrýtni.

Leikarar og venjarar eiga serligan leiklut í heiðursmerkjunum.

Men eg veit, at alt landsliðstoymið og flestallir føroyingar hava ovurstóra virðing fyri sjálvbodnu eldsálunum í HSF og feløgunum kring landið.

Tit gera framtíðina bjarta hjá føroyskum hondbólti, og saman við tykkum gleða vit okkum til fleiri minnisverdar løtur.

Hjartaliga til lukku og koyr á Føroyar! 

Myndir: Ólavur Frederiksen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Súkkli í egnum landi
Løgmaður helt røðu fyri U21-hetjunum
Metstórar skatta­rætt­ingar í 2024
Føroyskir triatletar luttikið í kappingu…
Søgan um Merle Haggard (5:9)
Vinn atgongumerki til Summar­festivalin
Bústaðarmarknaðu­rin kókar og føroyingu…
Julian vitjar Norðlýsið
Integratións­lógin sett í gildi
Hvat við at spara innan kleyvarskap?
Sethúsaprísirnir halda áfram at hækka
Lions og list á ólavsøku
Føroyskir audiologopedar hava stovnað áh…
Ein dýrabar løta við mentan, mati og sam…
Kostnaðu­rin av at reka vinnu má takast í…
Nýggja stuðuls­skipanin til gransking, me…
Parasport Føroyar og Atlantic Airways lo…
Signar syngur við
Málningar á Laksatorginum
Laksatorgið 2025 – Ein uppliving fyri al…