Vinn atgongumerki til Summarfestivalin
Øll sms, sum verða send til "Komið øll við" sendingina hjá Norðlýsnum í juli mánaða, eru við í lutakastinum um eitt atgongumerki til Summarfestivalin
"Komið øll við" er beinleiðis sending hjá Norðlýsinum. Tosað verður við gestir og góður tónleikur verður spældur. Lurtarar kunnu eisini senda inn viðmerkingar og spurningar - hetta verður gjørt umvegis telefonnummarið 756565. Góðir vinningar eru frá fyritøkum her um leiðir.
Nú Summarfestivalurin nærkast fara vit undir nýggja kapping har høvuðsvinningurin er eitt atgongumerki til summarfestivalin.
Sendingin er frá kl. 13 til kl. 15 hvønn týsdag, mikudag og hósdag og kann hoyrast við at trýsta á "Live" knøttin ovast her á síðuni til høgru ella við at lurta við á FM 98,7.
Kristian Joensen er vertur.
So nú er bert at senda sms inn til okkum. Sendið okkum eina viðmerking, spurning, heilsu, hvat tú gert í summar ella fortel onka góða :)