Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóannes Patursson í rokfiskiskapi í Grønlandi í 1956. | Mynd: Svenning Johannesen

Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  08.07.2025 - 10:00 Mentan Tíðindi Vinna

Svenning Johannesen førdi Jóannes Patursson, og Kaj í Bartalsstovu var fyrri bestimaður

 

23. januar 1959 stóð eitt nú hesin tíðindastubbi í Norðlýsinum:

”Føroysku trolararnir hava roynt á Vesturlandinum og norðuri á Halanum, men fiskiskapurin hevur verið smáligur. Jóannes Patursson er farin yvir á Kappan at royna.”

Svenning Johannesen førdi Jóannes Patursson, og Kaj í Bartalsstovu var fyrri bestimaður. Teir ísaðu fiskin, og Kaj segði soleiðis frá:

”Tað var í hálvum januar mánaði 1959, at vit fóru av Suðurlandinum og ætlaðu okkum upp á Halan. Men tá ið vit komu á Fuglabergstangan, rópti Andras hjá Óla Jákup Jensen á okkum. Hann var skipari á einum eingilskum trolara, lá á Kappanum, hevði gott veður og fekk nógvan fisk.

Vit fóru so vestur á Kappan. Har var nakað av fiski, men ringt veður. Hann segði upp í 14 á gamla skálanum, tað er orkan. Og so kom ísur á okkum eisini. Men vit fóru so eystur um Kappan, til eitt pláss, sum kallast Old Man Rock – gamli maðurin og kletturin.

Vit royndu ein hálvfjórðing úr landi. Nógvur fiskur. Vit løgdu stilt, brutu vakt og lógu deyðir í fiski. Svenning var sjálvur í lastini. So fjaraði eitt sindur á dekkinum, og vit koyrdu avstaðaftur. Eg fór upp á brúnna at taka næsta togið. Vit togaðu ein góðan tíma fram við einari sverari ísbrúgv, og tá ið vit hálaðu aftur, vóru seks posar í.

Tá ið fór at lýsa, kom Svenning upp og bað meg fara at leggja meg. Eg var akkurát komin í tyngd, tá ið hann kemur aftur og sigur, at honum dámdi einki líkindini, um ikki var best at gevast. Tá var bara fremsti kubbi eftir. So upp aftur at gera reint og siglingarklárt. Tá var eg ordiliga forhálaður.

Tá ið vit komu á Reykjanesryggin, var øgiliga ringur sjógvur. Vit løgdu stilt nakrar tímar, men báturin var væl løddur. Eg var á brúnni og prátaði við Benna úr Klaksvík, sum stóð úti á verandanum. So merkti eg á bátinum, at okkurt hendi, smekkaði hurðina aftur og vindeygað upp. Og vit fingu ein brekkara.

Benni var í langstivlum, men ikki í oljuklæðum. Stivlarnir fyltust við sjógvi, men hann fór ikki av fótum. Hann segði seinni, at tá ið hann sá bjargingarkransan flotna úr setrinum, hugsaði hann: ”Nú fórt tú, nær fari eg?”

Tá ið vit komu niður til skotsku strondina, fór Hans Hedtoft (30. januar 1959). Tað var síðsti túrur, Svenning Johannesen var við Bóndanum.

Samstundis var Fiskanes illa kroystur á Kappanum. Teir mundu verið troðkaðir upp á land. Ísbrúgvin var so ræðuliga tjúkk, og Hans Pauli, skipari á Fiskanesi, segði fleiri ferðir: ”Hetta klára vit ikki!” Men teir komu so vesturum og sluppu úr vandanum.”

Jóannes Patursson var smíðaður í 1947 í Beverley í Bretlandi, fermdi 300 tons av saltfiski og hevði 800 hesta oljukynda guvumaskinu. Pf. Uvak í Havn átti hann. Systurskipið, Nólsoyar Páll hjá Chr. Holm Jacobsen kom nýggjur til landið um somu tíð. Hetta vóru Føroya fyrstu oljukyndu trolarar.

 

Jóannes Patursson í Grønlandi í 1956. Benjamin Joensen (Benni) avhøvdar, Hákun Midjord og Kaj í Bartalsstovu spretta. Michael (Kal) Christiansen í Mittúni og Georg Magnussen ryggja. Mynd: Svenning Johannesen.

 

Í 1951 keypti pf. J.F. Kølbro Jóannes Patursson frá pf. Uvak. Hans Pauli Johannesen førdi Bóndan, sum trolarin eisini varð róptur, til 1955, tá ið Svenning Johannesen, bróðir hansara, loysti hann av á brúnni. Samson O. Samson var seinasti skipari á Jóannesi Paturssyni. Í 1965 varð trolarin seldur til Bretlands til upphøggingar. 

 

Jóannes Patursson KG 183 í Grønlandi. Hann hevur túrin inni. Mynd: Tjóðsavnið.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hópurin komin til Vaasa
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað…
Ferðslu­kunning í samband við Champions L…
Dronufilmar av Gadus við Bjarnoynna
Gott summar!
Julie Vanggard Christensen til Stjørnuna
Norðlýsið er komið
KFUM &K: Vinnaratøl­ini av lutaseðlasølun…
Pinkubarna­screeningin verður víðkað frá…
Tøkk - Jóna Joensen
Útróðurin um vikuskifti
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…