Havnarbáturin javnaði til 2-2
Klaksvíkingur og Norðingur gjørdu ikki nógv um seg í Fuglafirði, tá Havnarbáturin vann ein tryggan sigur á varmakeldu.
Tvær vikur vóru síðani síðstu stevnu, og tá kann ofta meir broytast enn, tá ein vika er millum róðrarnar. Og hjá 10-mannaførum fingu vit eina broyting. Norðingur fekk besta startin, men tað var skjótt, at Havnarbáturin tók leiðsluna og hana helt hann allan vegin. Í endaspurtinum øktist munurin heldur enn minkaði. Klaksvíkingur var greitt nummar tvey, meðan Norðingur var aftast aftur hesaferð. Á málinum var eingin ivi um nakra støðu. Sigurin hjá Havnarbátinum ger, at tað nú eftir fýra stevnum stendur 2-2 millum Klaksvíking og Havnarbátin.
Annars var talan um um góðan dag hjá KRF, tí tríggjar manningar hjá Fípuni Føgru vunnu sínar róðrar umframt, at Tekla vann fyri fyrstu ferð í ár hjá U16 gentum. NHR fekk eisini ein sigur hesaferð, tá Sundabáturin við góðum endaspurti vann seg framum Skúgv og hevur tí framvegis fult stigatal.