Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnudagin
Kunning úr Eysturgrønlandi verður eftir breyðbrótingina kl. 11, og kunning úr Suðurafrika verður á møtinum kl. 18
Miriam og Niels Vang
Miriam Vang, dóttir Jonnu og Hans Sivertsen, fór á bíbliuskúla í Onglandi í 1991 og virkaði síðani saman við manni sínum, Niels Vang, í Eysturgrønlandi árini frá 2001 til 2011. Síðani fluttu tey til Føroyar at búgva, meðan børnini vóru tannáringar, men fluttu síðani aftur til Eysturgrønlands í juli 2016 og hava búð har síðani.
Miriam er í løtuni heima og vitjar, og í tí sambandi fer hon at kunna um trúboðaravirksemi hjá henni og Niels í Grønlandi.
Hetta verður sunnudagin eftir breyðbrótingina kl. 11.
Tanja og Kurt Abrahams
Tanja Abrahams er dóttir Fríðgerð (f. Sivertsen) og Helga Mortensen.
Tanja og Kurt virka sum trúboðarar í Suðurafrika innan felagsskapin OM.
Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 fara tey at siga frá lívi teirra og tænastuni í Suðurafrika – hvat tey hava upplivað, hvussu Gud hevur leitt tey, og hvat liggur fyri framman.
Kurt kemur eisini at luta ein stuttan boðskap úr Guds orði.
Hjartaliga vælkomin