Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Ai mynd

Gott summar!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.07.2025 - 14:00 Leiðarin Tíðindi

Norðlýsið vil fegið ynskja øllum lesarum, lýsarum, haldarum, norðoyingum, føroyingum og øllum øðrum eitt gott summar!

 

(leiðari úr blaðnum)

Hóast veðrið ikki hevur skikkað sær so vakurt allar dagarnar í juni, so liva vit enn í vónini um at kunna grilla uttandura í sólbrillum í juli og august. Onkur fer út at ferðast, til dømis við KÍ til europadyst, ið vónandi verður til fleiri, meðan onnur halda føroyska summarið her heima við øllum tí, tað hevur at bjóða við stevnum, -søkum og festivalum.

Hetta er seinasta útgávan av Norðlýsinum, áðrenn summarið veruliga meldar seg. Blaðið kemur sterkt aftur til Sjómannadagin, ið verður í vikuni við 23. august.

Í løtuni er ikki so nógv at skriva um á politiska pallinum, men øll tekin í sól og mánað eru um, at tað verður eitt stak baldrut politiskt heyst, og tá fer Norðlýsið aftur at fylgja sera væl við – sjálvsagt serstakliga væl við málum, ið eru serliga viðkomandi fyri norðoyingar.

Mong stórmál koma til viðgerðar, og summi elva til stúranir og onnur til spenning; tað vil so vera. Málið um hægri pensjónsaldur gevur arbeiðarum grá hár í høvið, og útlitini fyri at missa Suðuroyartunnilin á stokkinum elvir til ótta í Suðuroy. Meðan tey sjálvræðissinnaðu fegnast um politisku ætlanirnar um at gera Føroyar til eitt sjálvstøðugt land, eru tey sambandssinnaðu alt annað enn álvulig. Hesi stórmálini fara at geva háspenning í luftini, sum ein navnframur klaksvíkingur plagar at taka til, í heyst.

Men fyrst skulu vit halda summar!

Ein skal vera óvanliga negativur fyri at finna nakað at seta fingurin á í ítróttarhøpi í Norðoyggjum. Í kappróðri kenna vit øll góða gamla Klaksvíking aftur, sum tað bara hendingaferð eydnast øðrum at vinna á. Í fótbóltinum hevur KÍ eina leiðslu, sum ger fremsta mansliðið ómetaliga torført at innheinta. Og so eru tað karmarnir kring ítróttin; nýggja stadionøkið við Djúpumýrar er í fagrasta blóma, og framvegis hava vit ikki sæð alt enn. Nýggja kappróðrarneystið er eitt satt prýði fyri marinuna í Klaksvík, og soleiðis kundu vit hildið á.

Borgarstjórin hevur lovað klaksvíkingum eina strandarpromenadu kring Vágna, og við KG verður ein bryggja, har siglandi gastroturistar kunnu sigla beint til komandi nýggju matstovuna, ið vit øll eru spent uppá. Sanniliga grør um gangandi fót í Klaksvík. Men ikki bara.

Tað er svárt at hoyra frá ungfólki, sum eru um at missa vónina. Onkur teirra stúrir um spentu støðuna og kríggini í heiminum, onnur um veðurlagsbroytingar, og har er tað avmarkað, hvussu nógv vit fáa gjørt við tað. Men at ung fólk eru um at missa vónina til at fáa tak yvir høvið, tað bæði kunnu, eiga og skulu Føroyar gera nakað við. Her liggur eitt neyðugt arbeiði fyri framman fyri bæði kommunalmyndugleikar og landsmyndugleikar. Sum samfelag hava vit als ikki ráð til, at hesi ungu leita sær í onnur samfeløg, sum taka sær betur av teimum ungu. Og ljóspunkt eru lukkutíð:

Tá Norðlýsið kemur út aftur, eru tey (tær?) fyrstu ungu á Føroya Húsarhaldsskúla byrjað(ar) í nýggjum, stásiligum kørmum innast á Vágni. Tílíkt er eitt gott dømi um átak, ið kann fáa ung fólk at støðast, og vónandi fara vit at síggja onnur líknandi, og gjarna eisini ólík, átøk, sum hava sama endamál, nevniliga at birta vón millum ung fyri einum vaksnamannalívi í Føroyum.

Við hesum reglum vil Norðlýsið fegið ynskja øllum lesarum, lýsarum, haldarum, norðoyingum, føroyingum og øllum øðrum eitt gott summar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
Lýsing