Fyrireikingarfundur undan Norðoyastevnuni
Fá munnu vita, at tað eru fleiri enn 70 sjálvboðin fólk, sum gera tað møguligt at rógva kapp á vágni á Norðoyastevnu
Fleiri hava verið við í mong ár, har tey hava avgreitt ymiskar uppgávur fyri okkum. Fyri teirra íkast til føroyskan kappróður eru vit sera, sera takksom
Í kvøld var so fyrireikingarfundur millum RSF og KRF, har ætlanir og avtalur um ársins fyrsta FM-róður komu uppá pláss. Nú gleða vit okkum at taka ímóti manningum, bátum og áskoðarum leygardagin 31. maj
Atgongumerki kunnu keypast longu nú Øll, sum keypa atgongumerki á netinum, eru við í lutakastinum um eitt gávukort á 4.000,- frá Atlantic Airways. Vinnarin fær beinleiðis boð frá okkum Leinki at keypa atgongumerki er her: https://krf.atgongumerki.fo/webshop/event/3284372/order/main