Lýsing
Lýsing
Lýsing
Norðoyastevnuframsýning í Miðhøllini á Skúlatrøð - Leygardag kl. 16.00 - 20.00 - Sunnudag kl. 15.00 - 20.00 | Mynd: Dávur Winther

Norðoyastevnuframsýningin er við

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  30.05.2025 - 10:29 Mentan Tíðindi

Tá ið Norðoyastevnublaðið var liðugt at seta og skráin tað sama, kom upp, at Norðoyastevnuframsýningin eisin skuldi á skrá.

Upprunaliga hevur Norðoya Listafelag staðið fyri framsýningini í mong ár – ja, heilt síðani 1985. men nú nógv tey seinnu árini hevur Rotary-Klaksvík staðið fyri framsýningini.

Men í ár bóru teir seg undan. Hetta fall mongum fyri bróstið og tóku næmingar á Klaksvíkar Kvølsskúla saman við leiðaranum, Erik Biskupstøð stig til, at Norðoyastevnuframsýningin kundi koma á skrá.

Hon stendur tí ikki í blaðnum, men er á teldutøku skráunum, sum síggjast á klaksvik.fo, nordlysid.fo og nfi.fo

Norðoyastevnuframsýning í Miðhøllini á Skúlatrøð - Leygardag kl. 16.00 - 20.00 - Sunnudag kl. 15.00 - 20.00

Matinée i Christianskirkjuni er flutt frá kl. 11.30 til at byrja kl. 11.00!
Klassiskur tónleikur við lærarum og næmingum frá Klaksvíkar Tónlistaskúla

Ein onnur broying er, at STÓR-dansurin er í KÍ-høllini leygarkvøldið og ikki Badmintonhøllini

Kl. 23.30 – 03.45 STÓR-dansur í KÍ-høllini Galaksi & Dj-X (18 ára adursmark) - NFÍ skipar fyri

Norðoyafornminnasavn hevur eina áhugaverda framsýning fríggjadag kl 11.00 – 15.00 og

Leygardag: Kl. 10.00 - 14.00 Norðoya Fornminnasavn Spaniastova: Uppliva ein part av eini søguliga bygd við lutum, sum lýsa gerandisdagin í Føroyum í gomlum døgum. Miðstovan: “Sildarok”, sum varpar ljós á sildatíðina og lýsir virksemið, sum fór fram í Handilshúsinum úti í Klaksvík.

Í blaðnum stendur at framsýningin letur aftur kl. 12.00 leygardag, men hon er opin til kl. 14.00.

Enn einaferð: Góða Norðoyastevnu!

Kunnið tykkum nærri um skránna her: klaksvik.fo, nordlysid.fo og nfi.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Framsýning við Jóanes Nielsen
Havnarbátu­rin vann á norð­oyastevnu
Fípan Fagra fyri triðju ferð í dag
Sundabátu­rin vann hjá 6-mannaførum
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Fípan Fagra vann kvinnu­róðurin
Fípan Fagra vann í stórum stíli hjá drei…
Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá
Javnleik og stigamet í Moldova
Setan í føgrum veðri
Kappróður: Teknikkur og taktikkur í hásæ…
Veðrið í dag
Elisabet Norðoy Vilhelmsen gjørdist dags…
Arbeiðið at gera nýggja rampu á Syðrad…
Upptakt: KÍ-NSÍ
Ein framúr føðingardags­konsert
Gallarí Á Stongunum lat upp í dag
Team Klaksvík 25 - Legends
Samrøða við Hanus Kjølbro