Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein framúr føðingardagskonsert

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  31.05.2025 - 00:40 Mentan Myndarøð Tíðindi

Klaksvíkar Hornoekestur, sum varð stovnað 5. mai í 1950, hevði hátíðarkonsert í Varpinum fríggjakvøldið á Norðoyastevnu.

Varpið var fullsett og rættur hátíðardámur var yvir øllum. Jóhanna á Bergi var vertur við konsertina og greiddi væl frá øllum, ið spælt varð. Hon hevði, sum altíð, lisið væl uppá og dugdi sera væl at siga frá.

Men millum spælarnar var ein serligur gestur – Víðakendi tónasmiðurin innan horntónleik, skotin Alan Fernie, sum í nakrar dagar hevur vant saman við hornorkestrinum.

Hann vitjaði eisini næmingarnir í skúlahornorkestrinum og vandi saman við teimum. Teir vóru eisini við til konsertina og spullu at spæla við teimum eldru tvey løg í gjárkvøldið.

Fiona stjórnar vanliga Klaksvíkar Hornorkestri, og dirigeraði Alan eisini – Alan Fernie hevur sum kunnugt útsett fleiri føroysk løg fyri hornorkestur. Til hetta høvið hevði hann útsett ”Tíðin rennur sum streymur í á”, sum gávu til Klaksvíkar Hornorkestur.

Tá ið Fiona dirigeraði, spældi Alan trombone.

Formaður í Klaksvíkar Hornorkestri er Petur Simonsen, sum segði nøkur orð. Sama gjørdu bæði Fiona Parker og Alan Fernie.

Karl Johansen, borgarstjóri heilsaði Klaksvíkar Hornorkestri og segði m.a. at Klaksvík hevði verið ein keðiigur býur uttan Klaksvíkar Hornorkestur. Síðani handaði hann Peturi Simonsen ein kekk á kr. 20.000,-.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini handaði skúlahornorkestrinum, sum eftir stuttari tíð hevur ment seg rættiliga væl, ein kekk á kr. 10.000,-. Kekkin tók Fiona Parker ímoti.

Alex Sólstein, sum var fyrsti fasti dirigentur hjá Klaksvíkar Hornorkestri, dirigeraði KÍ-Marsjin, sum Normann Edwards skrivaði.

Tá ið Alex kom av aftur pallinum, reistist øll fjøldin og klappaði fyri honum.

Ein festlig, hugnalig og væl spæld konsert í allar mátar.

Til lukku við 75 ára degnum Klaksvíkar Hornorkestur – Við ynskjum um nógv góð ár á leiðini.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Brúðarstás í 100 ár
Miðnáttarrøða í Vágstúni
Nú er KÍ langt fremst
Myndarøð: KÍ nú 7 stig fremst
Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Framsýning við Jóanes Nielsen
Havnarbátu­rin vann á norð­oyastevnu
Fípan Fagra fyri triðju ferð í dag
Sundabátu­rin vann hjá 6-mannaførum
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Fípan Fagra vann kvinnu­róðurin
Fípan Fagra vann í stórum stíli hjá drei…
Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá
Javnleik og stigamet í Moldova
Setan í føgrum veðri
Kappróður: Teknikkur og taktikkur í hásæ…
Elisabet Norðoy Vilhelmsen gjørdist dags…
Arbeiðið at gera nýggja rampu á Syðrad…
Upptakt: KÍ-NSÍ
Ein framúr føðingardags­konsert