Lýsing
Lýsing
Upptakt: KÍ-NSÍ
Í kvøld verður toppdystur í Klaksvík.
KÍ er fýra stig frammanfyri NSÍ undan toppdystinum millum tey bæði bestu liðini í landskappingini higartil í ár. Til fyrsta dystin millum liðini í Runavík var talan um ein spennandi toppdyst við høgari leikferð, nógvum nærdystum og mongum sera væl uppløgdum áskoðarum hjá báðum liðum.
Hjá KÍ dragast fleiri leikarar við snuddir. Seinast spældu Páll A. Klettskarð, René S. Joensen, Robert Williams og Filip Brattbakk ikki, men helst verða onkrir av teimum við hesaferð. Hjá NSÍ hava miðverjarnir Kevin Jablinski og Lars Markmanrud ikki verið tøkir síðstu dystirnar.
Dysturin við Djúpumýrar byrjar kl. 19.00. Dómari verður Eiler Rasmussen.
Seinastu tíðindini