Tá húsini á Akursmørk vórðu rakt av bumbustykki
Símun Akursmørk eigur saman við systur síni Elisabeth húsini, ið vanliga verða rópt Akursmørk, ið standa á ja, Akursmørk við síðuna av hølunum hjá Klaksvíkar Talvfelagi. Húsini hava eina serliga søgu, sum Símun her greiðir frá.
(Grein úr blaðnum)
– ”Húsini á Akursmørk hava staðið í gerð í 1936-1937, og flutt varð inn í tey í 1938, og tá hevur tað verið eitt stórt valahús.
Upp ígjøgnum okkara uppvøkstur hava vit hoyrt um tær 4 bumburnar, sum brustu í Klaksvík undir seinna heimsbardaga, í oktober 1941. Tær gjørdu øgiliga stóran skaða. Eitt petti av eini av bumbuni endaði í einari sperru í Akursmørk-húsunum. Vit hugsaðu ikki altíð um tað, og ikki fyrrenn Karl, mammubeiggi mín, segði við mammu mína, meðan hann var heima í Klaksvík og vitjaði”: – ”Tú, Hilda, hatta bumbustykkið, er tað til enn?” Hon svarar játtandi, og Karl vil so gjarna síggja tað.
Tað var ikki meira enn hálvtalað orð, so fara vit oman at hyggja at hesum bumbustykkinum. Sjálvur havi eg ikki sæð tað fyrrenn hendan dagin, tá vit fara oman eftir tí. Eg skuldi gerast um 50-ára gamal, áðrenn eg sá tað. Hetta er um heystið í 2020. Vit skulu so taka tað niðan við á Vágsheyg til Karl. Vit tosaðu aftur og fram um tað á vegnum. Abbi mín visti ikki av at húsini vóru rakt av einum bumbustykki, fyrrenn húsini byrjaðu at leka, so tað var ikki so sjónligt. Karl hevði sæð stykkið fyrr sum smádrongur, og mamma mín er so, at hon goymdi alt og koyrdi onki burtur, tíbetur.
Høvuðsumvæling setti tingini í gongd
So hendir tað, at vit skulu høvuðsumvæla húsini innan. Vit taka alt út, og vit taka eisini loftið undan. Tá síggja vit eina lekt, sum er brotnað, og við síðuna av í lektini er ein onnur lekt, sum bara er sett í staðin fyri. Tá ið vit so taka takið av, so síggja vit, at á forsíðuni er eitt hol, formað sum ein skál, og eg haldi fyri, at hetta er lektin, sum fekk skaða av bumbuni, sum brast yvuri í Vági í 1941. Eg gjørdi so ikki mætari enn, at eg tók og sagaði lektina av, fór til hús, og stykkið passaði sum fótur í hosu.
Húsini í Akursmørk fingu stóran skaða. Ikki bert kom hol á takið, men betong-altanin fór at leka illa, húsini fingu eina stóra sprekku frá tekjuni og niður í túnið. Eg kann minnast, at tað lak altíð oman fyri stovuvindeygað, og alt hetta vóru skaðar frá bumbuni í 1941. Abbi fekk á sinni 1.700 krónur frá tryggingini fyri skaðan á húsini.
Systkini, mamma og morbróðir, liva ikki longur; Karl andaðist í januar 2021 og mamma stutt aftaná; í februar 2021. Eg var norðuri og tosaði við Elsubu á Høvdanum, mostur mína, og hon minnist ikki 1941; hon er fødd í 1938. Men tað situr framvegis í henni, at abbi okkara hevði koyrt sandsekkir undir ta trivaligu betongtrappuna á Akursmørk, og tá tey hoyrdu okkurt óvanligt, t.d. sirenur, so fóru tey undir trappuna. Men tað hendi so ongantíð aftur; har varð ongin bumba kastað á sama stað aftur, so vítt eg veit.
Bumbupettið hevur ferðast langt. Tað eru einir 200-300 metrar úr Vági til Akursmørk, skjóti eg uppá.”
Símun leggur afturat, at Niels Juel Arge hevur skrivað um hendingina í bókarøðini um Stríðsárini, so fólk við áhuga fyri bumbunum, ið raktu Klaksvík, kunnu lesa meira um tað har.
Niðanfyri er leinki til grein har barndómsvinirnir Byrger Heinesen og John Høj hava greitt Norðlýsinum frá ógvisligu hendingini, tá Klaksvík varð bumbað í oktober 1941.