Ikki sørt skelkandi!
- tá Niels í Horni fyri nøkrum árum síðani helt fyri, at vit kundu takka nekarunum fyri tann populera tónleikin. Og tað er júst tað, sum bóka framløgan komandi leygardag fer at snúgva seg um í bókasavninum við Løkin.
Rætt hevði Niels, tí tá eg fyri næstan 50 árum síðani byrjaði at spæla gittar og gera míni egnu løg, kendi eg einki til ta dramatisku søguna handan populera tónleikin.
Tað var tí ikki sørt skelkandi at finna út av, at tann populeri tónleikurin, sum rakk allan vegin til Føroya gjøgnum radiobylgjurnar úr Luxembourg, og sum gjørdist ein tann størsta mentanarliga gávan til hetta land, í veruleikanum tók seg upp millum útslitnar og desperatar trælir í Amerika.
Tað vóru trælirnir sum skaptu negro spiritual tónleikin og brúktu hann til linna og ugga í tí vónleysu tilveru tey vóru tvungin inn í.
Fyri tey var tónleikurin ein spurningur um lív ella deyð.
Og tað var hesin tónleikur, sum mentist til blús, jazz og gospel. Og til kontry, swing og R&B, áðrenn alt eksploderaði í rokk’n’roll kollveltingini mitt í 1950-árunum við Elvis Presley og tí nýggja og friðleysa ungdóminum í fokus.
Einans trý ár eftir stóra gjøgnumbrotið hjá Elvis, skrivaðu Robert McBirnie og hinir í Red Boys tónleikasøgu, tá teir sum teir fyrstu í Føroyum settu streym á tónleikin í Losjuni suðuri í Vági. Og saman við teimum fyrstu tannáringunum í Føroyum, og tí nýggja, ungdómliga og orkumikla tónleikinum, traðkaðu teir og allir føroyingar, inn í 1960-árini - tað máttmiklasta áratíggju nakrantíð.
Søgan um røturnar hjá populer tónleikinum er ein bergtakandi ferð aftur til ta døpru trælatíðina í USA og til tey fjøltáttaðu samfelagsligu rák við ovurstórari búskaparligari menning, tilflyting úr øllum heiminum og rasismu, sum tónleikurin er sprettur úr.
Søgan gongur eisini aftur til Bakar Hansen í Føroyum, sum fekk føroyingar til at spæla uppá ljóðføri, og hvussu tað fekk jazz tónleikin at spretta í Havnini í 1920-árunum og hvussu Simme og øll hini mitt í 1950-árunum loftaðu radiobylgjunum úr Luxembourg og skaptu tey fyrstu hittini tá útvarpið varð sett á stovn í 1957.
Hetta er søgan um eksplosivu undirtøkuna í Vági, idolini í Havn og skelkin í Klaksvík.
Vælkomin til ein áhugaverdan og hugnaligan seinnapart í bókasavninum við Løkin, har Rani Nolsøe, Robert McBirnie og Tórbjørn Jacobsen í orðum og tónleiki siga frá.
Til ber at ogna sær bókina og rithøvundurin signerar fegin.
Kaffi og te við onkrum afturvið verður at fáa.
Vit hittast í bókasavninum við Løkin nú leygardagin 7. juni klokkan 14:00.