Planlegging ikki sterka síðan
Tað er ótrúliga løgið, at SSL skerjir møguleikar at koma til Kalsoynna tá nógv flest fólk skulu brúka farðleiðina.
Summarið er farið í gongd, nógv ferðafólk hava longu leitað sær til landið, og borgarar í oynni, sum hava valt at arbeiða við ferðavinnu, standa klár at taka ímóti.
Hattin av fyri teimum sum pressa á fyri at skapa virksemi á smáplássum.
Samstundis er hetta eisini mest avbjóðandi tíðin hjá bygdafólki, sum hava brúk fyri mobiliteti. Vit sum búgva á meginlandinum kenna í alt ov lítlan mun til stóru ávirkanina.
Góðu tit á SSL - og ikki minst landsstýrisfólkið á økinum - hugsi tykkum betri um. Ger hetta arbeiðið tá ið háarstíðin er farin afturum.
8 vikur fram…. tá eru vit komin út í august mánaða.
Vit kunnu fegnast um at gongd er komin á arbeiðið at fáa nýggju ferju, men planlegging av fyrireikingararbeiðinum átti at verið skipað betri.
Summarið eigur ikki at koma óvart á.
Jógvan Skorheim
Býráðslimur