Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hátíðarløta fyri Universitetssjúkrahúsinum

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  04.06.2025 - 14:53 Tíðindaskriv

Í dag varð hátíðarhildið, at farið er undir at skipa Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús. Hátíðarløtan varð hildin í Skálanum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

 

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, bar fram røðu. Hon legði dent á týdningin av, at Føroyar nú fáa eitt universitetssjúkrahús, og vísti á, at hetta fer at lyfta heilsuverkið eitt stig upp.

"Eitt universitetssjúkrahús er eitt samspæl millum røkt og vitan, millum lærdóm og praktikk – og millum framtíðar vónir og veruligar karmar fyri betri heilsu." - segði landsstýriskvinnan millum annað í røðuni.

Við lógarbroytingini, sum kom í gildi 1. juni 2025, og við skipaða samstarvinum millum Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya, eru karmarnir settir til at menna bæði sjúklingaviðgerð, gransking og útbúgving í Føroyum.

Landsstýriskvinnan greiddi frá, at politiska visjónin er, at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal brúka minst 2% av rakstrarjáttanini til gransking og undirvísing, og arbeiðið er longu byrjað við játtanum á fíggjarlógini.

Tá Sjúkrahúsverkið verður skipað sum universitetssjúkrahús, hava heilsustarvsfólk møguleika fyri bæði at starvast og at granska á sjúkrahúsinum. Tað fer væntandi at økja áhugan hjá fleiri læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at starvast innan føroyska Sjúkrahúsverkið.

Les røðuna hjá landsstýriskvinnuni í fullum líki her: Hátíðarløta fyri Universitetssjúkrahúsinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Enn eitt reisigildi í miðbýnum
45 íbúðir í Runavík
Ziska er nú hjá seglskipinum
Seglskip farið á land
Fólka­flokku­rin vil VARÐVEITA fólka­pensjó…
Áheitan á fakfeløg­ini á almenna arbeiðsm…
Mai 2025 – lýggjur og vátur
Fólka­flokku­rin vil AVTAKA fólka­pensjónin…
2.Hvítusunnudag er familjuguds­tænasta kl…
Árligur arbeiðsdagur í Nesvík verður ley…
Grundlógar­dagin verður stongt kl. 12.00
Nýggjar bøkur á føroyskum til børn og un…
Talvudagur fyri Bíbliu­felagið Hvítusunnu…
KÍ hópur á lands­liðnum
Endur­nýtslan er stongd grundlógar­dagin 5…
Løgmaður: Veljara­kann­ingar kunnu ikki áv…
Stakkavík 5.600 pund
Pætur Smith Clementsen er settur sum lan…
Avtøka av rundskrivi um fráfaringaraldur
Hátíðarløta fyri Universitetssjúkra­húsin…