Lýsing
Lýsing
Lýsing

45 íbúðir í Runavík

SKRIVAÐ: runavik.fo  |  05.06.2025 - 22:33 Tíðindi

Seinrapartin í dag – í býráðssalinum á Glyvrum - skrivaðu Jóan Petur Vang og Tórbjørn Jacobsen undir leigusáttmála um lendi í miðbýarøkinum í Runavík. Fyri tað hevði fundur verið í fíggjarnevndini og eykabýráðsfundur, har ið uppskotið til sáttmála var einmælt samtykt.

 
Nakað er fráliðið síðan málið tók seg upp, og grót varð lagt út til endamálið sunnanvert í bátahylinum í Runavík. Fleiri partar hava verið inni í drúgvu tilgongdini, men eftir at Jóan Petur Vang einsamallur hevði fingið ræði á Spf. Bryggjan tók málið rættiliga dik á seg, og nú undirskrivað er, bíðar felagið bert eftir endaliga byggiloyvinum, sum skal vera útskrivað áðrenn 1. juli í ár. Ætlanin er at byrja byggingina 1. august 2025.
 
Tvær lonir skulu byggjast í økinum við 45 eigaraíbúðum. Fyrst verður farið undir Lon1 við 18 íbúðum og eftir tað Lon2 við 27 íbúðum. Í niðastu hæddunum verður rúm fyri handils/vinnu-virksemi. Kjallarahæddirnar vera ávikavíst 350 og 524 fermetrar.
 
Fyrra lonin ætlast at vera innilokað áðrenn ársskiftið 2025/2026. Byrjað verður at byggja lon2 í mars mánaða næsta ár, og øll ætlanin væntast at vera framd endaliga við ársenda 2027.
 
Runavíkar kommuna grovplanerar lendi og liðugtger írestandi uttanumøki og parkeringspláss og fer eisini undir at gera frontin út ímóti bátahylinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
LÍV um stóru íbúðarverkætlan­ina Við Sand…
Fólk skulu ikki bara búgva Við Sandin –…
Livandi Varmakelda
Húsarhalds­skúlin: Seinasti skeiðsdagur á…
Lands­stýris­maðu­rin vitjað Norð­havn­ina í…
Opus: Okkara samskiftisloys­nir til sjóvi…
Brandur klárur eftir summar­steðgin
Sjálvtøkan við handkeypsheilivági á Norð…
Er havhestastovnu­rin í minking av mannaá…
Tankar, sum tónleikasøgan hjá Rana hev…
Tannlækna­starvið er nógv broytt
U21-landsliðið byrjar í Klaksvík leygark…
Gadus siglir heim
Nakkur hevði 100 pund uppá stampin
Norðtonn – tannlæknastova í nýggjum hølu…
Enn eitt reisigildi í miðbýnum
45 íbúðir í Runavík
Ziska er nú hjá seglbátinum
Seglbátur farin á land
Fólka­flokku­rin vil VARÐVEITA fólka­pensjó…