Norðtonn – tannlæknastova í nýggjum hølum í Klaksvík
Norðtonn, sum síðani 2022 hevur húsast Oman Eið, flytur nú í nýggj høli á Klaksvíksvegi 58. Har verða 4 tannlæknastovur, ið er ein tvífalding av verandi kørmunum. Stjórin sigur, at langtíðarmálið er at kunna økja um virksemið og at kunna dekka tørvin á vaksnamannatannlæknaviðgerðum í Norðoyggjum.
Jonna Sjúrðaberg er stjóri og eigari av tannlæknastovuni Norðtonn, og hon lýsir fyritøkuna soleiðis: – ”Norðtonn sá fyrstu ferð dagsins ljós á sumri í 2022, og tá er hon staðsett saman við tannlæknastovnuni hjá Hans Olavi oman Eið og tannlæknastovuni Boyli. Tá høvdu vit einans 2 stólar, og tað var ov lítið at nøkta tað virksemið, sum var á staðnum. Tá so hølini á Klaksvíksvegi 58 verða tøk, fór eg at hyggja at teimum, og eg forelskaði meg beinanvegin í bæði hølunum og staðsetingini. Nýggju hølini gjørdu, at vit kundu víðka um virksemið”.
– ”Nýggju hølini hava 4 klinikkrúm til viðgerðir, og tað er ein tvífalding av virkseminum og kapasitetinum. Vit eru somu tannlæknar, sum vóru á gomlu staðsetingini, men nú fara vit upp í tí. Talan er um meg sjálva, Rasmus Purkhús og Gunnvør Skarðenni Petersen, ið eru tannlæknar, og so er Selma Schmidt tannrøktari. Tilsamans eru vit 12 starvsfólk, tá øll verða tald við – bókhaldari, móttøkufólk, húsavørð/altmuligmann og tannatstøðingar. Vit hava royndarkoyrt hølini, og koma heilt skjótt fult upp at koyra”, greiðir Jonna frá.
– ”Vit taka okkum av vaksnum fólki, t.v.s. eru ikki barnatannlæknar. Barnatannrøkt er kommunal, meðan vaksnamannatannrøkt er heilt sjálvboðin. Vit agera undir sunnheitslógini og autorisatiónslógini, eins og alt heilsuverki. Tá ið fólk gerast 18 ár, so kunnu tey sjálvi velja tannlækna, og tá tey velja okkum, kunnu vit kalla tey inn. Vit fáa ikki journalirnar, men um tey velja okkum, fáa vit eitt útskrivingarblað við kontaktupplýsing. Tað stendur fólki frítt, og ongin verður noyddur at velja sær ein tannlækna”, sigur Jonna Sjúrðarberg. Men tað stendur ikki á at fáa virksemi:
– ”Vit hava heilt nógvar kundar, primért úr Norðoyggjum, men fólk koma eisini aðrastaðni frá. Tannheilsan hjá norðoyingum á góðari leið, og vit skulu gera hana betri, tí tørvur er á fleiri tannlæknum. Men tey ungu hava betri og betri tenn, tí barnatannlæknarnir gera eitt gott arbeiði”, sigur hon, og heldur fram:
– ”Hølini eru stak væl egnað til okkara virksemi. Tíðin fram til nú við fyrireikingum hevur verið strævin, og vit eru glað fyri, at komið er á mál nú. Vit hava arbeitt frá kl. 8 á morgni til kl. 20 á kvøldi, so tað hava verið langir dagar. Vit fevna ikki um allar Norðoyggjar við bert hesum fýra stovunum; tað gera vit ikki, og tað fara tí altíð at vera norðoyingar, sum fara úr økinum til tannlækna – eisini norðoyingar, sum helst høvdu viljað verið her.”, sigur stjórin á Norðtonn.
– ”Tíðirnar eru eisini broyttar frá tí, at Hans Olav byrjaði sítt virksemi. Tá manglaðu tað serliga tannlæknar, meðan teir verandi høvdu gott pláss – nokk av stólum. Nú er tað øvugt – vit hava fleiri tannlæknar, men vit mangla pláss/stólar. Dreymurin nú er fyrst og fremst at koma væl í gongd við hetta her; vit royndarkoyra enn, og allar skipanirnar eru ikki komnar upp at koyra. Ynskið er, at tað verður lættari fyri borgarar at fáa tíð hjá okkum. Vit eru við at verða klár at taka ímóti verandi kundum nú, og aftaná summarferiuna verða vit vónandi eisini klár at taka ímóti nýggjum kundum”, sigur Jonna at enda.