Tannlæknastarvið er nógv broytt
Hans Olav Hansen var við, tá Norðlýsið skoðaði nýggju hølini hjá tannlæknastovuni Norðtonn við Klaksvíksveg 58, sum Jonna Sjúrðaberg saman við øðrum innvígir í hesum døgum. Hans Olav er væl kendur sum tannlækni í Klaksvík í drúgva tíð, og vit fingu hann at seta orð á tannlæknayrkið nú í mun til tá.
– ”Tá eg byrjaði Oman Eið tann 4. oktober í 1982, mátti ein upprætta sítt egna starv. Áðrenn tað hevði eg verið skúlatannlækni saman við Boga á Steig. Viðurskiftini vóru heilt øðrvísi tá. Man innrættaði sær eina tannlæknastovu og segði frá, at ”nú opni eg her, og fólk eru vælkomin”. So møttu tey bara upp. Støðan á tannheilsuøkinum í Norðoyggjum var ikki góð tá, og tá var Klaksvík enntá rættiliga frammarlaga í mun til onnur øki í Føroyum. Vit viðgjørdu okkum tó burturúr trupulleikanum. Skúlatannlæknin varð víðkaður til at fevna um næmingar upp til 10. flokk, og øll sluppu framat, tí nú varð ein tannlækni settur afturat, so nú fingu vit brádliga viðgjørt øll skúlabørn og enntá børn yngri enn 7 ár”, sigur Hans Olav. Hann heldur fram:
– ”Fróði var her, og hann hevði bæði skúlabørn og vaksin fólk, men hann hevði altso bara tvær hendur”, sigur Hans Olav. Har var ikki nóg mikið av kapasiteti tá. – ”Tað er ikki langt síðani, at umleið ein triðingur av fólkinum bara gavst við at ganga til tannlækna eftir skúlaaldur. Tað eru kanska bara eini tíggju ár síðani, at tað var støðan. Og tey komu ikki til tannlækna aftur, fyrrenn tað stóð heilt illa til við tonnunum, og tá kundi støðan vera heilt forferdilig”, minnist Hans Olav.
– ”Tað skal annars ikki so heilt nógv til fyri at halda tenninar í góðum standi. Í summum førum kann tað vera nóg mikið at busta tenn eina ferð um dagin, meðan minst tvær ferðir er tað, vit viðmæla, umframt at ein skal nýta tanntráð”, sigur hann. Um nýggju tannlæknastovuna sigur hann:
– ”Eg eri sera glaður fyri, at Norðtonn opnar her í Klaksvík. Tað er sum at síggja ein arv fara víðari. Tað kundi eins væl verið, at hon fór til Leirvíkar ella aðrastaðni í Eysturoy at arbeiða; við hesum er tannlæknatrygdin í Norðoyggjum víðkað. Her eru enntá vakstrarmøguleikar; verður farið upp á ovaru hæddina, kunnu einir 2-3 tannlæknar leggjast afturat, um tað skal vera. Kanska tað ikki hendir, men nú er so møguleiki fyri tí”, sigur Hans Olav.
Eisini praktikkpláss
Og Norðtonn er longu farin at menna seg víðari. Tannlæknastovan er nevniliga júst vorðin góðkend sum praktikkpláss hjá Yrkisdeplinum, og tað gevur teimum møguleika at hava lærlingar. Longu nú eru tveir lærlingar settir, ið læra til tannlæknaassistentar ella -atstøðingar. Talan er um tvær ungar kvinnur, og tað er skipað soleiðis, at tær eru í læru á Norðtonn og taka skúlapartin í Danmark.
Jonna Sjúrðaberg, stjóri og eigari av Norðtonn, sigur, at tað er stórur tørvur á klinikkassistentum kring alt landið, og at tað tí kemur sera væl við, at tey nú eru góðkend sum lærupláss.