Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er havhestastovnurin í minking av mannaávum?

SKRIVAÐ: John S. Myllhamar  |  06.06.2025 - 12:54 Lesarabrøv Politikkur

At havhestastovnurin er í minking av mannaávum ivist eg í. Har eri eg samdur við Hjalta Poulsen, sum var í Kringvarpinum og gjørdi sína meting

 


Sjálvur eri eg uppvaksin í eini lítlari bygd, har nógvur havhestur varð fleygaður hvørt ár. Tað mundi vera umleið tólv mans, sum ta tíðina meira og minni søktu bjørgini við stong og við sigið. Fleygatíðin var long, heilt frá jólum og út í aprílmánaða, tá ið fuglurin byrjaði at reiðrast, Minnist stóru byrðarnar, sum menn bóru oman úr Skálhøvda. Har vóru túsundtals havhestar fleygaðir árliga. Umframt tað, varð eisini sigið bæði eftir havhestaungum og eggum.

Hetta er nú søga.

Ein norðingur segði mær, at har fleygaðu teir havhest alt árið.

Kappast var eisini at vera fyrstur í sessirnar. Boðaði hann frá landnyrðingi ella landsynningi, sum vóru bestu fleygaættirnar, minnist eg at onkur maður ella menn fóru frá húsum á miðnátt og høvdu varmafløsku og matpakka við sær, fyri at fáa besta sessin. Nakrir sessir vóru betri enn aðrir.,0 Tað ráddi tí um at fáa teir.

Veiðan hevur verið stór, tí fleygamenn vóru í nógvum bygdum kring landið. Eisini skal havast í huga, at fólk høvdu ikki so nógvan mat fyrr sum vit hava í dag, tí var niðursaltaður fuglur eisini døgurðamatur í nógvum húsum alt árið, onkustaðni meira enn eina ferð um vikuna.

Í dag hevði tað veri huldumaður, um tú sá mann koma undir havhestabyrðu og við stong oman úr Skálhøvda. Tori at siga at ikki ein einasti ein søkir hesi bjørgini í dag, Tað sama er galdandi hinar bygdirnar í oynni. Um maður í Suðuroynni, norðoyggjum og í Vágum í dag sæst við fleygastong og havhestabyrði, man vera sjálsamt.

Veiðan eftir havhestaungum er avmarkað. Hon fer fram eina viku til fjúrtan dagar mánaðarskiftið august-septembur. Veiðitíðin hevur tí veri nógv longri og veiðan nógv størri fyrr enn hon er í dag. Menn, sum í dag stima eftir havhestaungum, siga, at tað yður av ungum á sjónum hesar dagarnar, áðrenn vindur verður og fuglurin fer á flog.


John S. Myllhamar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú byrjar samfelagsmøt­ini í Badmintonhøl…
LÍV um stóru íbúðarverkætlan­ina Við Sand…
Fólk skulu ikki bara búgva Við Sandin –…
Livandi Varmakelda
Húsarhalds­skúlin: Seinasti skeiðsdagur á…
Lands­stýris­maðu­rin vitjað Norð­havn­ina í…
Opus: Okkara samskiftisloys­nir til sjóvi…
Brandur klárur eftir summar­steðgin
Sjálvtøkan við handkeypsheilivági á Norð…
Er havhestastovnu­rin í minking av mannaá…
Tankar, sum tónleikasøgan hjá Rana hev…
Tannlækna­starvið er nógv broytt
U21-landsliðið byrjar í Klaksvík leygark…
Gadus siglir heim
Nakkur hevði 100 pund uppá stampin
Norðtonn – tannlæknastova í nýggjum hølu…
Enn eitt reisigildi í miðbýnum
45 íbúðir í Runavík
Ziska er nú hjá seglbátinum
Seglbátur farin á land