Gilli gevur KÍ fleiri møguleikar
Sum skilst eru samráðingarnar við at koma á mál og KÍ fer innan stutta tíð at kunngera fytvverandi landsliðsleikaran.
32 ára gamli Gilli R. Sørensen skiftir mest sannlíkt til KÍ. Gilli hevur spælt 65 A-landsdystir fyri Føroyar, har tann síðsti var í 2023. Hann hevur eisini eina langa yrkisleið uttanlands fyri feløg sum AaB, Brann, Odd og Vejle áðrenn hann skifti til TB í 2024.
KÍ hevur síðani kappingarbyrjan mist tveir miðverjar í Adam Ben Lamin og Børga Petersen, so helst er hetta ein leikari, sum kemur inn fyri teir. Í TB hevur Gilli síðstu árini spælt sum miðverji, men hann hevur annars flest royndir sum vongur ella bakkur/vongbakkur.
Í altjóða dystum hevur KÍ-venjarin, Magnus Powell, lagt upp til, at møguleiki er fyri, at KÍ fer at spæla við trimum miðverjum, og tá er Gilli ein, sum helst er ætlaður til miðverjuna umframt, at hann gevur møguleikar til fleiri onnur pláss, um skaðar og leikbann raka.