Seks eldri og gomul fiskiskip “á gravarbakkanum”
Tveir trolarar og fýra sluppir liggja innarlaga við Stórukei um jóltíðir í 1971. Fá ár seinni vóru øll hesi skipini farin úr flotanum.
Trolararnir norðanfyri kaiina eru Skálaberg, sum liggur uttaná Sundaberg. Skálaberg fór sín seinasta túr av Klaksvík í 1974, tá hann varð seldur sum gamalt jarn. Sundaberg sakk á veg heim úr Ný Foundlandi í 1972.
Innasta sluppin er Fimm Systrar og uttaná henni liggja Gudrun, Sigurfari og Sæborg. Fimm Systrar varð strikað av skipalistanum í 1970 og seinni søkt í Haraldsundi. Gudrun varð løgd í 1975, og seinni seld til Vestmanna, har hon lá fyri teym í nøkur ár, men seinni í 1970-unum varð hon søkt í Vestmannasundi.
Íslendingar keyptu Sigurfari frá Seglhúsmonnunum í 1974, eftir at hon hevði ligið í nøkur ár. Í Íslandi varð sluppin sett upp á land á Akranesi, men í 2019 var hon so illa farin, at avgjørt var at beina hana burtur. Sæbord var søkt í Kalsoyarfirði í november 1973.
Ein av fleiri góðum myndum hjá Oddbjørn Vágslíð av skipum í Klaksvík, sum lógu inni um jóltíðir í 1971.